Í dag eru liðin 64 ár síðani fólkaatkvøðuna um loysing frá Danmark 14. september í 1946, sum hevur fylt nógv í føroyskum politikki síðani.
Tað var tann 9. mai í 1946, at løgtingið samtykti at leggja málið út til fólkið, hvørt Føroyar skuldu loysa frá Danmark, ella um ein heimastýrisskipan skuldi setast í gildi - nevnt »stjórnaruppskotip«.
Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Atkvøðugreiðslan fór fram á tann hátt, at krossur skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti. Ósemjan var tó so stór um, hvussu spurningarnir skuldu formulerast, at summir fólkafloksmenn heittu á fólk um at skriva »nei« út fyri punkt eitt.
Undir seinna heimsbardaga var einki samband millum Føroyar, sum vóru hersettar av bretum, og Danmark, sum var hersett av týskarum. Tí máttu føroyingar klára seg uttan danir undir hersetingini. 25. apríl í 1940 var Merkið viðurkent av bretum, og 9. mai kom bráðfeingisstýrisskipanin í gildi, sum gav løgtinginum lóggávuvald og amtmanni útinnandi vald.
Eftir kríggið fóru samráðingar fram millum føroyingar og danir um nýggja skipan. Danmark góðtók, at Føroyar vórðu stýrdar eftir serligum reglum undir krígnum, men føroyingar vóru alt annað enn samdir um, hvussu framtíðarstøða Føroya skuldi skipast.
Eftir mánaðalangar samráðingar kláraðu føroyingar ikki at semjast innanhýsis, og enn minni at semjast við donsku stjórnina.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at 5.490 føroyingar, ella 47,2% atkvøddu fyri punkti eitt, altso stjórnaruppskotinum, meðan 5.656, ella 48,7%, atkvøddu fyri punkti tvey - fyri loysing Danmarkar og Føroya millum. 478 atkvøður vóru ógildugar - hetta var 4,1%. Høga talið av ógildugum atkvøðum sigur helst nakað um, hvussu fløkt kjakið hevur verið.
Innanhýsisósemjan í Føroyum helt fram, nú fleiri høvdu atkvøtt fyri loysing enn fyri stjórnaruppskotinum. Endin var kortini tann, at kongur 25. september upploysti tingið og útskrivaði nýval.
Valið var 8. november í 1946, og tað gav munandi broytingar: Gamli loysingarmeirilutin - Fólkaflokkurin - fekk 8 tingmenn meðan gamla andstøðan - Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin - fekk 12.
Síðani fóru nýggjar samráðingar fram millum nýggja løgtingsmeirilutan og donsku stjórnina. Hesar samráðingar endaðu við, at Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948.
Sum mótmæli ímóti heimastýrislógini varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður á fundi 22. og 23. mai.