Spanska rættarskipanin og politikkarar vilja forða fyri fólkaatkvøðuni í Katalonia um loysing frá Spania.
Fólkaatkvøðan er søgd at verða ólóglig og spanska stjórnin vil ikki góðtaka, at hon verður hildin.
Nú sigur forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, at líkamikið hvat hvør sigur, so verður fólkaatkvøðan hildin.
Hann segði við spanskar fjølmiðlar um vikuskiftið, at hvørt Spania heldur fólkaatkvøðuna verða lógliga ella ikki, hevur einki at siga.
- Tað verða altíð orsøkin til ikki at hava fólkaatkvøðuna. Tað verður altíð onkur, sum verður ímóti, at vit hava hana. Tíðin er ongantíð røtt. Nú hava vit valt at hava fólkaatkvøðuna og hon verður nú, segði forsetin við spanskar miðlar.