Fólkaatkvøða um vallógina

– Tað skal vera líka trupult at broyta vallógina sum stýrisskipanarlógina.

Helena Dam á Neystabø, landsstyriskvinna
---

Áhugavert er, at spurn­ing­urin um valskipanina til løgtingið fyllir so nógv. Tann meiri ótespiliga síð­an av hesari søk er, at spurningurin um val­skipanina tykist einans at verða reistur á Løgtingi av egináhugamálum.
Vit fingu eitt valdømi, tí at nøkur tingfólk væntaðu, at tey fóru at dumpa á næsta løgtingsvali, um vit høvdu 7 valdømi. Onkur, sum síðani fall, ella var um at fella á seinasta vali við einum valdømi, fekk nú ein møguleika fyri at taka málið upp aftur, og at venda aftur til 7 valdømi.
Men soleiðis nýtist tað ikki at vera. Tað eru nógvar góðar grundgevingar fyri bæði einum valdømi og fyri fleiri valdømum. Og tað ber til at avgreiða spurningin um valdømir virðiliga.
Eitt gott argument fyri einum valdømi er til døm­is at bøta um tað óhugna­liga demokratiska undirskotið av kvinniligari umboðan í okkara parla­menti. Ein onnur góð grund er, at Før­oyar, sum framm­an­undan eru ein útjaðari í størri globalum høpi, hava brúk fyri, at vit hugsa landspolitiskt.
Sjálv haldi eg, at tað demokratiska undirskotið av kvinnum í Føroyskum politikki er so álvarsamt, at tað er átroðkandi at tryggja eina betri javnsstøðu mill­um kynini. Tað er eins sjálv­sagt, sum tað er at tryggja javnstøðu millum landsfrøðiligu økini í Før­oyum. Hvør valskipan tryggj­ar bæði, vita vit helst ikki enn.
Tað eru eisini nógv góð argument fyri fleiri valdømum. M.a. at tryggja, at Føroyar ikki brotna av um tvøran millum mið­staðarøki og útjaðara.. Men tað er ikki vist, at val­skipanin einsamøll kann forða fyri, at tað hendir. Eg rokni við, at tað skulu onnur tiltøk til, enn ein broytt valskipan.
Tað sum er átaluvert og burtur úr vón og viti er, at tað yvirhøvur ber til at gera so stórar broytingar í vallógini - bara so hissini, over­night. Og at tað er tilvildin sum ræður. Hetta tekur alt trúvirði úr okk­ara politisku skipan. Og tí skal tað sjálvandi vera líka trupult at broyta val­skipanina, sum tað er at broyta stýrisskipanina.

Skilagott at seta valkommissión
Nú endaði allur ruðuleikin um valskipanina við, at ein kommisión verður sett, sum kannar øll sjónarmið í sambandi við ta valskipan, sum skal vera galdandi í Føroyum frameftir. Hetta var ein skilagóð avgerð. Vit hava sostatt fingið møguleikan fyri at vísa, at tað hóast alt er eitt sindur av virðing fyri teim­um demokratiskum spæli­reglum, sum eiga at ráða í einum fólkaræði.
Umráðandi er, at ein nýggj valskipan fær bert gildi, um hon verður sam­tykt av tveimum løgtingum, á sama hátt sum broytingar í stýrisskipanarlógini.
Tað eru fólksins áhuga­málum, sum valskipanin og Løgtingið skulu tæna, ikki egináhugamálum.
Tí eiga vit at hava eina fólkaatkvøða um val­skip­anina.