Løgreglan hevur í dag havt trupulleikar av íslendskum rossum, sum vóru til stóran ampa fyri fólk á Argjum. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at íslendskir greðingar vóru aggresivir og tá ið teir ganga millum hús kunnu teir verða beinleiðis vandamiklir.
Rossini eru so mikið stór, at kemur eitt fólk í skotlinjuna, tá ið rossi er í aggresiva lagnum, so kann tað ganga heilt galið.
- Fólk á Argjum tordu ikki at fara út, tí teir høvdu so aggresivan atburð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tað loysti seg tó til síðst, tá ið løgreglan fann fram til eigaran, sum tók sær av málinum.