Fólk streyma til íslendskan film

FILMUR. 60.000 fólk - ella fjórði hvør íslendingur - hava nú sæð filmin Einglar alheimsins, sum er gjørdur eftir skaldsøgu hjá Einar Már Guðmundsson, sum fekk bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 1995.

Filmurin er gjørdur í Íslandi, men hann er fíggjaður við norðurlendskum pengum - millum annað frá norðurlendska films- og sjónvarpsgrunninum, sum hevur latið 2 milliónir norskar krónur. Tað er Friðrik Þór Friðriksson, sum hevur leikstjórnað filmin.

Filmurin snýr seg um eldra beiggja rithøvundan, sum stríðist við at finna eitt pláss í samfelagnum. Hann verður alsamt meira tyngdur av veruleikanum og endar á eini psykiatriskari deild.

Filmurin kann samanlíknast við meistaraverkið hjá Milos Forman, Geykareiðri, sum hevur líknandi humor og allatíðina spyr spurningin um, hvør tað nú er, sum er ørur.