Øll, sum søkja um stuðul úr ALS ella úr Barsilsskipanini, skulu fáa eina ávísa upphædd at liva av, sama hvussu nógva løn tey hava havt frammanundan.
Tað heldur Javnaðarflokkurin og nú hevur hann lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um hetta.
Javnaðarflokkurin vísir á, at bæði í ALS og í Barsilsskipanini, er at so, at fólk rinda ein prosentpart av løinini í skipanirnar, og so verður útgjaldið ásett eftir miðalinngjaldinum teir seinastu 12 mánaðirnar.
– Í flestu førum riggar væl, men tað eru fólk, sum detta niður ímillum hesar báðar skipanirnar, tí at tey, av ymsum orsøkum, ikki hava kunna arbeitt sum vant teir seinastu 12 mánaðirnar og sostatt fáa tey eisini minni gjald úr ALS og úr Barsilsskipanini.
– Er gjaldið úr Barsilsskipanini, ella ALS ov lágt til at liva av, verða tey víst til Almannaverkið, har tey kunnu fáa forsorg. Men treytirnar fyri tat fáa forsorg, er, at hvørki tey, ella hjúnafelagin, tey skulu hava inntøku av týdningi, og tey skulu heldur ikki eiga nevnivert av pengum í bankanum.
Í Javnaðarflokkinu, halda tey ikki, at tað er rættvíst at fólk skulu noyðast at brúka alt tey eiga, áðrenn tey kunnu fáa forsorg frá tí almenna. Tey halda, at tað er betri at tryggja teimum eitt minsta gjald úr ALS ella úr Barsilsskipanini.
Tað eru eisini nógv, sum hvørki lúka treytirnar fyri at fáa forsorg, ella sum fáa nakað serligt gjald úr ALS ella Barsilsskipanini, og tískil mugu tey liva av náði frá sínum nærmastu.
– Hetta er ikki í lagi, tí fólk skulu ikki verða bundin av øðrum men tey skulu sjálvi hava fíggjarligt frælsi til at lívbjarga sær sjálvum, halda tey í Javnaðarflokkinum.
Í Javnaðarflokkinum halda tey, at tað kann gerast upp á tríggjar mátar. Antin skulu øll kunna tekna eina sjálvbodna trygging, sum tryggjar teimum eitt ávíst útgjald, akkurát sum sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tað í dag.
Ein annar máti er, at táið gjaldið úr ALS, ella Barsilsskipanini verður ásett, skal tað ikki bara roknast eftir lønini seinastu 12 mánaðirnar.
Og triði møguleikin er rætt og slætt at áseta eitt minstagjald við lóg, soleiðis at øll fáa eina upphædd, sum tey kunnu liva av, og sum í minsta lagi er tann sama sum er tað mesta, tey kunnu fáa í forsorg, nevniliga 30.000 krónur um mánaðin, halda tey í Javnaðarflokkinum.