Fimm fólk eru í kvøld dripin í einum skottilburði í lufthavnini, Fort Lauderdale-Hollywood í Florida i USA. Haraftrat eru fleiri særd og flutt á sjúkrahús.
Tað skrivar CNN í kvøld.
Løgreglan á staðnum váttar, at nøkur eru dripin í skottilburðinum, og at løgreglan hevur handtikið ein persón í málinum.
Lufthavnin í Fort Lauderdale váttar eisini, at tað hevur verið ein skottilburður í viðførisøkinum í Terminali 2, og sambært borgarstjóranum í Broward County er talan um ein einstakan brotsmann.
Øll flúgving úr lufthavnini er í løtuni avblást, og leggjast kann aftrat, at flogfelagið Norwegian hevur flúgving beinleiðis úr Keypmannahavn til Fort Lauderdale-Hollywood floghavnina.