Sjey bilar vórðu skrivaðir upp fyri at standa skeivt parkeraðir og tríggir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan í Havn mikudagin framdi serliga ferðslukanning í Havn og norðan fyri Kaldbakstunnilin.
Teir sjey bilarnir, ið vórðu skrivaðir upp fyri at parkera skeivt, stóðu allir í vinstru síðu í J. C. Svabosgøtu. Harafturat stóð ein parkeraður við lykilinum í startlásinum, og fær førarin, umframt bótina fyri at standa skeivt parkeraður, eisini bót fyri hetta. Suni Vinther, støðleiðari, vísir á, at fólk hava skyldu at tryggja sær, at fólk ikki kunna fara avstað við bilinum, tá tey hava sett hann frá sær. Halda tey ikki hesa skyldu, fáa tey bót.
Suni Vinther sigur, at tað alt ov ofta kemur fyri, at bilar standa skilaleyst parkeraðir kring um í høvuðsstaðnum.
Bilførararnir, ið vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, vórðu allir tiknir norðan fyri Kaldbakstunnilin.