Íbúgvatalið í Føroyum vaks við 261 persónum fyrstu 8 mánaðirnar av 2008. Vøksturin er burðaravlopið ið var 196 og nettotilflytingin ið var 65 persónar. Íbúgvatalið 31. august 2008 var 48.658.
Fyrstu 8 mánaðirnar av 2008 fluttu 1.126 persónar til Føroyar úr 47 londum. Størsti parturin, 799 persónar, fluttu til Føroya úr Danmark. 327 persónar fluttu til Føroya úr øðrum londum enn Danmark.
1.061 persónar fluttu úr Føroyum til 32 lond. Størsti parturin, 894 persónar, fluttu úr Føroyum til Danmarkar. 167 persónar fluttu úr Føroyum til onnur lond enn Danmark.
Sí flyting til og úr Føroyum á www.hagstovan.fo