Fólk hava ikki sæð úrslitið enn

-Vit hava framt stórar broytingar, men tað er so stutt fráliðið, at fólk hava ikki sæð úrslitini av broytingunum enn, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Jørgen Niclaen dettur ikki av stólinum, tá ið hann frættir um vánaliga úrslitið hjá Fólkaflokkinum í nýggju veljarakanningini. Hann endurtekur pástandin um, at Fólkaflokkurin altíð fær vánaligar veljarakanningar, og soleiðis er eisini hesaferð.

- Vit hava sitið ábart fyri við teimum málsøkjum, sum vit umsita. Vit hava framt stórar broytingarar, men tað er so stutt fráliðið, at fólk hava ikki sæð úrslitini av broytingunum enn, sigur Jørgen Niclasen.

- Tað kostar at sita við ábyrgd, men vit gjalda als ikki sama prís, sum stjórnarflokkar í londunum kring okkum, sum næstan eru farnir niður í helvt. Hetta er ikki nøkur uppgerð við førda politikkin, tí so høvdu vit mist nógv meira, enn vit hava gjørt, sigur hann.

- Vit koyra víðari við okkara politikki og skulu verða betur at greiða fólki frá tí, sum vit gera.

- Hóast samgongan nú missur meirlutan, so eru vit ikki so langt frá meirilutanum, og hendan samgongan stendur seg betur í veljarakanningini, enn stjórnirnar í okkar grannalondum gera í hesum krepputíðum, sigur Jørgen Niclasen.