Finnland var ov sterkt

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu báðir remis móti Finnlandi í dag. Báðir høvdu eitt skifti greiðan fyrimun.

Føroyska talvlandsliðið tapti í gjár 3-1 fyri Finnlandi í fjórða umfari í EM-stevnuni í Georgia. Brøðurnir Høgni og Rógvi telvaðu báðir remis við hvíta fólkinum, men vóru teir eitt sindur stinnari, vunnu báðir.

 

Finnland var favorittur at vinna dystin. Á øllum borðum høvdu teir altjóða meistarar við hægri styrkitølum enn okkara mótstøðumenn. 3-1 til Finnland kemur tí ikki av ongum, kortini kunnu vit harmast, at byrurin ikki var okkum blíðari.

 

Høgni fekk hættisligt álop á finska kongin, men misti tráðin, tá ið á stóð, kanska var ov knøpp tíð at finna avgerandi álopsleikirnar. Ein av ónollunum hjá føroysku telvarunum er, at teir hugsa ov leingi um hvønn einstakan leik, og enda tí aloftast í svárari tíðarneyð. Tað kemur ofta aftur um brekkur.

 

Rógvi kom væl frá sínum talvi og hevði vunnið rókaendatalv, men tíverri var hann ikki nóg neyvur - knappa tíðin órógvaði helst eisini - og so endaði tað heldur snópisliga við remis.

 

Luitjen og Martin taptu. Luitjen misti tíðliga eina finnu, sum einki endurgjald fekst fyri, og so var mótbrekka. Martin spældi hollendskan Stonewall við svørtum, eina løtu var líkt til, at hann stóð væl, men finnlendingurin var kringari í miðtalvinum, og tá kom vend í.

 

Sum heild var føroyska avrikið aftur í linara lagi í dag. Botnstøðið tykist vera heldur lágt, og neyvleikin svíkur ov ofta.

 

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu báðir remis móti Finnlandi í dag. Báðir høvdu eitt skifti greiðan fyrimun.