Eingin bátafestivalur var á Toftum í fjør, men nú koronu-støðan í Føroyum er góð, og útlitini frameftir eisini eru góð, verður festivalurin tikin uppaftur. Á festivalinum verður nógv ymiskt á skránni, bæði kent og gott gamalt, sum fyriskipararnir taka til, men her verður eisini ymiskt nýtt og forvitnisligt.
Í 15 ár á rað skipaði Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali á havnalagnum, men í fjør setti korona steðg fyri hesum hugnaliga tiltaki, eins og so nógvum øðrum tiltøkum kring landið. Tó varð í fjør skipað fyri konvoysigling á Skálafjørðinum hin 16. mai í samband við, at 75 ár vóru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði.
- Tíbetur er nú eingin forðing fyri aftur at halda ein veruligan bátafestival, og tað gleðir okkum og mong onnur, at hesin nú verður tikin uppaftur. Talan er soleiðis um hin 16. festivalin á Toftum hesi seinastu 17 árini.
Fyriskipararnir vænta bæði nógvar bátar, kampingvognar og nógv fólk til bygdar í morgin, leygardagin, og á Toftum eru tey til reiðar at taka ímóti - ja, við opnum ørmum, sum tey taka til.
Tað verður klokkan 11 í morgin, at bátarnir møtast inni í Skálafirði, og hálvan tíma seinni fara teir at sigla spakuliga út eftir Skálafjørðinum og móti Toftum. Siglingin plagar at taka ein góðan tíma, tí siglt verður við hóvligari ferð.
Ein hálvan tíma, áðrenn bátafylgið er í Oyrunum, byrja harmonikuleikarar at spæla við bátahylin, og klokkan 13.30 fer borgarstjórin, Súni í Hjøllum, at bjóða vælkomin og seta bátafestivalin.
Tá bátarnir eru komnir trygt í havn, og festivalurin er settur, verður bjóðað til góða suppu í tjaldinum, har harmonikuleikararnir eisini fara at spæla. Stutt eftir letur pylsuvognurin á festivaløkinum upp, eins og teir vælumtóktu festivalbúffarnir kunnu keypast frá klokkan 15.
Klokkan 15 syngur Undirhúskórið í tjaldinum, og klokkan 15.40 fer Herborg Torkilsdóttir við síni frálíku rødd á pallin har. Teir væl kendu og góðu Tinganes yvirtaka tjaldpallin klokkan 16.20, og klokkan 17.15 verður mótasýning hjá Navia og Insito.
Ein tíma seinni verður undirhald í tjaldinum, og frá klokkan 19 fer frálíki Hallur Joensen aftur á pallin har, eins hann hevur hevur verið á nærum hvørjum ári, síðan farið var undir Bátafestival á Toftum.
Seinasta tiltak á skránni á Toftum í morgin er eitt syngið-við-tiltak við harmonikum, har kendi útvarpsmaðurin og toftamaðurin, Tórður Mikkelsen, fer at leiða sangin. Hetta sangtiltak byrjar klokkan 21 og heldur fram á til á midnátt.
Skráin fyri Bátafestivalin 2021 á Toftum kann lesast á www.nes.fo











