Fólk fáa ikki verið á Tjarnargarði fyri larmi

Fólkið á nýggja ellisheiminum, Tjarnargarður, fær stress av sera ringum ljóðviðurskiftum

Sterk afturljóð er í hølunum á nýggja ellisheiminum, Tjarnargarður, og fólkið, ið býr har, fær ikki verið har fyri larminum. Avvarandi fýlast á og siga, at tað er sum at ganga í SMS, greiðir Hensia Einarsson, leiðari á Tjarnargarð, frá.

- Tey, ið búgva á staðnum, hava ongar møguleikar at fara aðrastaðni, sigur hon. Hensia Einarsson hevur fingið ljóðserføring at kanna hølini, men hon veit ikki, nær meir verður sett í verk.

- Tá ið matur verður gjørdur í køkinum, hoyrist tað um allan bygningin, sigur Harald Bjørgvin, leiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, ið sjálvur hevur verið á staðnum.

Feilurin lá partvís í tekningunum

Arkitektavirkið Selmar Nielsur P/F hevur teknað bygningin. Jóhan Syderbø, arkitektur á arkitektavirkinum, greiðir frá, at ljóðviðurskiftini hava sjálvandi nakað við byggingina at gera, men eisini við nýtsluna at gera; til dømis hvussu tey skipa seg, tá tey eta, sigur Jóhan Syderbø.

Burdi tað verið neyðugt at hugsa um, hvussu tú skipar teg, tá tú etur?

- Larmur kemur av virkni. Yvirflaturnar, ið eru brúktar, taka ikki nóg væl ímóti larminum. Vit hava undirmett ljóðstøðið í rúmunum.

Liggur feilurin í tekningini?

- Tað ber ikki til at siga tað so einfalt, men ein trupulleiki er, at vit hava undirmett ljóðið, men tað er ikki ein feilur sum so.

Jóhan Syderbø greiðir eisini frá, at tað ber ikki til at finna ein slíkan feil, fyrr enn bygningurin er liðugur, og mann hevur verið inni í rúmunum. Harald Bjørgvin, leiðari á húsaumsitingini, sigur hinvegin, at tað ber til at máta ljóðið frammanundan við serligum tólum.

- Vit fara ikki at rennaundan tí, at vit høvdu kunnað hugsað meir um ljóðið í samband við tekningunum. Vit eru minst líka keddir um trupulleikan, sum tey avvarandi.

Arkitektavirkið skal møguliga gjalda endurgjald

- Vit hava tikið hølið í brúk og hoyra nú, at tað er ov nógv óljóð í gerandisdegnum hjá teimum, ið búgva har, men bygningurin er enn so mikið nýggjur, at garanti enn er á honum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann greiðir frá, at plátur verða settar upp skjótast gjørligt, ið skulu bøta um ringa ljóðið.

- Vit samskifta í løtuni við arkitektar og ráðgevarar og fara í hált við umbygginga beint eftir summarferiuni, sigur hann.

Hvør gjaldar í síðsta enda?

- Tað verður millum okkum og arkitektarnar. Tað er garanti á bygninginum, og vit taka tað hareftir, sigur Heðin Mortensen. Harald Bjørgvin sigur hinvegin, at búskaparliga liggur alt hjá Tórshavnar kommunu.