Fólk fáa Frændur

Frændur hava klárað at spælt seg inn í hjørtuni á ungfólki við somu sangum, sum foreldur teirra tóku til sín fyri næstan 20 árum síðani. Sangskatturin er stórur, og á ólavsøku ætla teir at spæla onkrar sangir, sum hava ikki hava verið spældir í nógv ár

Tað er nakað serligt við Frændum.
Bólkurin úr Klaksvík, sum í áttatiárunum gav tríggjar plátur út, og sum í nítiárunum staðfesti sína støðu fremsti konsertbólkurin í landinum, kann framvegis verða við millum tey størstu føroysku nøvnini.
Og tað kunnu teir uttan at smæðast.
Teir eru aftur í ár eitt av høvuðsnøvnunum til ólavsøkukonsertina, og við síni paradu av hittum kunnu teir spæla sangir í ein tíma, har fólk syngja við allatíðina.
? Fólk fáa Frændur, svarar Rani Nolsøe, tá ið hann verður spurdur um, hvat fólk kunnu vænta sær frá bólkinum á ólavsøku.

Fáa lív í sangir aftur
Frændur hava ikki givið nakað nýtt tilfar út í meira enn fimm ár, og tí verða tað teir gomlu sangirnar, sum teir fara at tríva í.
? Men vit hava nógvar sangir, sum vit ikki hava spælt live í nógv ár, og vit ætla at tríva í onkran av teimum. Tað verður ikki bara tey stóru hittini, men eisini aðrir góðir sangir hjá Frændum, sum vit fara at spæla, sigur Rani Nolsøe, sum spælir gittar í bólkinum.
Tá ið Frændur spældi á G! festivalinum farna vikuskiftið, spældu teir onkran av teimum minni spældu sangunum frá fyrstu útgávuni hjá bólkinum í 1984, og soleiðis verður helst eisini á konsertini á ólavsøku.

Pallurin er sakin
Tað var í áttatiárunum, at Frændur løgdu grundarlagið undir bólkinum við trimum minniligum útgávum. Í nítíárunum koma meira nýtt tilfar frá bólkinum, men tað var serliga tá, at teir fóru at gera um seg á stórum konsertum kring landið.
? Sum tónleikari venur tú nógv, og tú fært nakrar førleikar, men tað er ikki fyrr enn at tú stendur á pallinum, at tú kanst kenna teg heilan sum tónleikari. Eitt er at vera í studio og spæla sangir inn, nakað heilt annað er at standa frammanfyri fólki og spæla, sigur Rani Nolsøe.
? Ólavsøkukonsertin hevur verið eitt gott upplivilsi seinastu árini. Har er nógv fólk, og vit hava kent okkum sera væl á hesi konsert. FUT hevur sanniliga tøkk uppiborið fyri hetta tiltak.

Nýggjar lurtarar
Lurtaraskarin hjá Frændum er framvegis stórur, men tað eru ikki bara tey somu fólkini, sum hava lurtað eftir bólkinunum øll árini.
? Vit hava upplivað tað, at okkara áhoyrarafjøld er endurnýggjað. Tað eru so nógv dømi um, at tað framvegis eru ungfólk, sum lurta eftir okkara tónleiki og kenna hann, sigur Rani Nolsøe.
? Tað er hvørki nakað uppfinnsamt image ella nøkur serstøk pallframførsla, sum hevur givið okkum nýggjar lurtarar. Tað er tónleikurin sjálvur, sum hevur syrgt fyri tí. Vit mugu bara viðurkenna, at vit hava havt eina hepna hond við at gera og innspæla sangir.
Sunnudagin standa Frændur aftur á pallinum á ólavsøku, og eingin skal vera í iva um, hvat teir fara at geva fólki.
Fólk fáa Frændur.


- - -


Frændur

Eyðun Nolsøe - sang og gittar
Steintór Rasmussen - sang
Rani Nolsøe - sang og gittar
Agnar Lamhauge - bass
Høgni Klakstein - trummur
Pætur við Keldu - ljómborð

Bólkurin hevði sína fyrstu framførslu fyri 20 árum síðani, og í 1984 kom fyrsta plátan frá bólkinum. Hendan útgáva gjørdi alt fyri eitt bólkin væl umtóktan millum føroyskan ungdóm.

Síðani gav bólkurin tríggjar plátur afturat út, og í nítiárunum kom ein tvífald savnsfløga út. Á hesi fløgu eru eisini nakrir nýggir sangir.

Eyðun, Rani og Steintór hava øll árini verið høvuðsmenn í bólkinum, og teir hava skrivað allar teir kendu sangirnar hjá bólkinum.

Frændur hava spælt allastaðni kring landið, og teir teljast framvegis millum størstu tónleikanøvnini í landinum.