Alt fleiri eru á arbeiðsmarknaðinum til tey eru yvir 67 ár, og tøl fyri í fjør vísa, at tað vórðu umleið 500 borgarar millum 67 og 74 ár í starvi hjá tí almenna og eini 600 í tí privata.
- Vit skulu ikki noyða nakran at arbeiða, eftir at tey eru blivin 67 ár, men tey skulu hava møguleikan, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Landið hevur eina skipan, har tey, ið eru farin upp um fráfaringaraldur, kunnu søkja um at leingja starvsskeiðið í eini tvey ár í senn, men hóast summar kommunur eisini hava sett fráfaringaraldurin upp til 70, hava nógvar kommunur ongar serliga ásetingar hesum viðvíkjandi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu, sum Rás2 hevur gjørt við Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum.