Bert 581 børn vórðu fødd frá 1. desember 2010 til 30. november í fjør. Hetta er eitt metlágt tal, og líkist støðuni undan Seinna Heimsbardaga, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Í desember í fjør vóru vit 48.400 føroyingar, sum var ein minking uppá 101 fólk í mun til árið fyri.
Hetta tíðarskeiðið vórðu 581 børn fødd, meðan 361 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 220.
Samstundis fluttu 1.595 fólk av landinum, meðan 1.274 fluttu til Føroyar. Hetta gevur eina nettoflyting av landinum uppá 321 fólk.
Tað er tó serliga føðitalið uppá 581 børn, sum vekir ans. At hetta talið er farið niður um 600 er sama talið sum fyri 70-80 árum síðani.
- Men tá skal ein samstundis minnast til, at fólkatalið tá var bert eini 25-26.000 tað vil siga gott væl helvtin av fólkatalinum nú, vísir Hagstovan á.
Tá tað snýr seg um hin avgerandi táttin fyri gongdina í fólkatalinum, nettoflytingina, so vísa tølini fyri hetta tíðarskeiðið, at 2011 verður triðja árið á rað við stórari fráflyting.
Tilsamans kann nettofráflytingin fyri tey trý árini 2009-2011 koma at vera út móti 1000 fólk.