Løgreglan ogbjargingarlið hava ikki fingið boð um nakað nevniverk av skaða í morgun, hóast vindurin hevur verið nógvur.
Ovarliga í Havnini varð ein viðfestisvognur tikin av vindi tekur rivu í Tjørnuvík og í Leirvík. Á einum húsum í Trongisvági loysnaði eitt úttak og á einum húsum í Hvalba loysnaðu nakrar takplátur.
Annars ruddi nakað av grótið á vegin til Tjørnuvíkar, men fólk fingu rulla teir til viks, áðrenn Landsverk fór á staðið og fekk beint teir heilt av vegnum.
Veðrið ávirkar framvegis samferðsluna. Fleiri flogfør eru avlýst og seinkað í dag. Bygdaleiðir koyra at kalla bara í Suðuroynni, og Ritan siglur ikki meiri í dag og eisini Sildberin liggur fyribils.
Tað er framvegis nógvur vindur, oman fyri 30 metrar um sekundið fleiri staðni um alt landið, og sum tað sær út, verður hetta lagið í morgin og mikudagin við.
Sostatt veksur vindurin aftur í nátt og í morgin ári verður nógvur vindur aftur, við strongum hvirlum, og sama støða verður mikudagin.