Føðingardag fyri hálva millión krónur

Tórshavnar kommuna fyllir 150 í ár, og í gjárkvøldið játtaði eitt einmælt býráð eini eykajáttan uppá 550 túsund krónur til at halda føðingardag fyri.

 

 

Borgarstjórin sigur, at føðingardagurin verður hildin dagarnar frá 26. til 29. mai, men nakað verður eisini gjørt burturúr gjøgnum árið, t.d. á mentanarnáttini, á ólavsøku, í sambandi við handanina av M.A.Jacobsens heiðurslønum, og eisini í sambandi við børn og elri á stovnum.

 

- Fólk eru í holt við at seta upp eina spennandi framsýning um býin, eins og ætlanin eisini er at gera ein film um Havnar søgu, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Umsóknin um eykajáttan varð væl móttikin í býráðnum og varð einmælt samtykt.