Thomas Dam, fíggjarfrøðingur er settur í starv sum fíggjarstjóri í Nærverkinum. Hann tekur við starvinum 1. februar 2011 Thomas Dam er 45 ár, útbúgvin búskaparfrøðingur í 1996 við serligum atliti til m.a. fíggjarstýring og hevur drúgvar royndir innan almenna fyrisiting og privatu vinnuna. Thomas Dam hevur m.a. starvast sum fíggjarleiðari á Føroya Gjaldstovu, fíggjarstjóri í Eimskip P/F og hevur havt egið virki innan virkisráðgeving. Harumframt er hann formaður í Búskaparráðnum.










