Klaksvík:
- Endamálið við vitjanini er fyrst og fremst, at síggja, hvussu Klaksvíkar Sjúkrahús virkar, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, Óli Breckman, og hann leggur afturat, at tað eisini skal staðfestast um, nakað veruligt samband er millum játtaðan pening og virksemi.
- Kemur nakað ítøkiligt burturúr, ella verða pengar bert stoyttir niður í eina óvirkna skipan?
Óli Breckman greiðir frá, at ynskiligt er at nýta fleiri pengar til sjúkrarøkt her á landi enn uttanlanda. Sum er verða umleið 70 milliónir nýttar til sjúkrarøkt uttanlanda.
- Hví ikki nýta nakrar av teimum pengunum herheima, sjálvandi treytað av, at nakað ítøkiligt kemur burtur úr teimum pengunum, spyr Óli Breckman, sum heldur, at at tað er sera ónøktandi at hoyra um allar bíðilistarnar innan heilsuverkið í Føroyum.
Tað tykist ikki, sum um formaðurin í fíggjarnevndini er nøgdur við heilsuverkið, sum tað virkar í dag.
- Tað kann til tíðir tykjast sum um, tað er ein fíggjarlig rivalisering millum sjúkrahúsini í Føroyum, og tað kann ikki vera rætt. Tí tað besta hevði verið, um heilsuverkið var ein eind, har tú nýtti alla útgerðina og alt menniskjatalentið meira samfelt, so at allir partar av verkinum virka til fulnar allatíðina. Og er tað ikki so, so má finnast útav, hvussu vit gera so, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Áheitan um eykajáttan til heilsuverkið er ikki ókent fyribrigdi.
- Og tá so spurt verður, hvat peningur er nýttur til, ja, so standa tey ofta sum býtt og gána og vita ikki, hvat peningurin er nýttur til, sigur Óli Breckman.
Spurdur um fíggjarnevndin so ikki veit, hvat peningurin verður nýttur til, svarar Óli Breckman, at tað vita tey, men hann vísir samstundis á, at tey hava onga fakliga vitan.
Í hesum sambandi fer Jákup Petersen, yvirlækni, at hava eitt fakligt innlegg á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann millum annað fer at greiða gestunum frá, hvussu tann fíggjarligi arbeiðshátturin kundi verðið broyttur.
Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at Klaksvíkar Sjúkrahús er ein sentralur partur av heilsuverkinum, serliga tá hugsað verður um allar tær størru og smærri ortopædisku viðgerðirnar á sjúkrahúsinum, og millum annað tí vil fíggjarnevndin norður at tosa við fólki og síggja staðið.
Fíggjarnevndin fer ikki bert at vitja Klaksvíkar Sjúkrahús, hon fer eisini at vitja hini bæði sjúkrahúsini í landinum innan fyri heilt stutta tíð. Hetta fyri at fáa eina fullkomna mynd at heilsuverkinum, og vónandi av, hvat játtaninar verða nýttar til.