Fíggjarnevndin økir játtanina til grønmetisframleiðslu

Fíggjarmálaráðið hevur skotið upp at seta 600.000 krónur av til stuðul til grønmetisframleiðslu í Føroyum.

 

Í ár vóru 400.000 krónur settar av til sama endamál, men nú meirilutin í fíggjarnevndini hevur skrivað sítt álit, skjóta bæði meirilutin og minnilutin upp at hækka játtanina við 200.000 krónum afturat, so at tað tilsamans verða settar 800.000 krónur av til grønmetisframleiðslu í Føroyum.

 

Kendastu føroysku grønmetini eru allarhelst røturnar úr Dímun og framleiðslan hjá Veltuni í Sandoy, sum so spakuliga hava vunnið sær pláss í ymiskum matvøruhandlum í Føroyum, so sum Á-handlunum, FK um landið og í Miklagarði í Havn.

 

Eingin ivi er um, at løgtingið ynskir at stuðla undir hesa framleiðsluna og framleiðslu av øðrum føroyskum matvørum. Í upprunauppskotinum til fíggjarlóg hevur Fíggjarmálaráðið eisini økj játtanina til framleiðslu av neytakjøti við 600.000 krónum, sum skulu fara til at framleiða føroyskt kálvakjøt.