Fíggjarmálaráðið og “rúmligi arbeiðsmarknaðurin”

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum leggur í útkasti til “vegleiðing um løn undir sjúku” upp til, at almennir arbeiðsgevarar skulu siga varandi sjúkum úr starvi:

Varð ikki sørt skelkað, tá eg las “útkast til vegleiðing um løn undir sjúku”, har lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum mælir til, at starvsfólk, ið verða mett ongantíð at gerast frísk aftur, eftir stutta sjúkrafráveru, skulu sigast úr starvi.

Í skrivi, dagfest hin 12. november 2008, hevur lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum sent fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum “útkast til vegleiðing um løn undir sjúku” til viðmerkingar. Í hesum útkasti leggur lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum upp til at varandi sjúk/kroniskt sjúk skulu koyrast av arbeiðsmarknaðinum. Undir punkti 3.6 í útkasti til “vegleiðing um løn undir sjúku” verður m.a. sagt:

 

“...Atlit verða t.d. tikin til, hvussu nógv sjúkan tyngir raksturin, hvussu langa starvstíð starvsmaðurin hevur og longdina á sjúkuni.

Um starvsmaður verður mettur ongantíð at gerast frískur aftur, er hetta nóg mikið at grunda eina uppsøgn, hetta sjálvt um viðkomandi bara hevur havt stutt forfall.”

 

Tað er heilt burturvið, at lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum kemur við tilráðing um at siga fólki við kroniskum, varandi sjúkum úr starvi (starvsmenn, ið ongantíð gerast frískir aftur). Um tilráðingin hjá lønardeildini verður sett í verk, fer hetta óivað í næstum at hava við sær, at hópur av starvsfólkum, ið eru ella verða rakt av varandi kroniskari sjúku, verða søgd úr starvi og missa arbeiðið og harvið fíggjarliga tilverugrundarlagið.

Starvsfólk, ið fáa kroniskar sjúkur so sum giktasjúkur, krabbamein, sjúkur í nervalagið, diabetes, Parkinson sjúku og mangar aðrar kroniskar sjúkur, kunnu, um henda tilráðing hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum verður sett í verk, rokna við at verða uppsøgd og missa arbeiði. Lønardeildin leggur við síni tilráðing um uppsøgn av starvsfólki, ið hava ella verða rakt av varandi kroniskari sjúku, stein oman á byrðu hjá hesum sjúkuraktu starvsfólkum, ið ofta longu frammanundan hava tað trupult bæði heilsuliga, sosialt og fíggjarliga.

Tilráðingin hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum er ikki í tráð við tað, sum ABC samgongan sigur um rúmliga arbeiðsmarknaðin, ella tað, sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, meldar út um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Í samgonguskjalinum hjá ABC samgonguni verður nevniliga boðað frá, at:

 

“ Arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari við at gera betri skipanir m.a. um vard størv og endurbúgving, so fólk við skerdum førleika fáa betri atgongd til at verða virkin á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum annars.”

 

Somuleiðis verður í samgonguskjalinum sagt um rúmliga arbeiðsmarknaðin, at:

 

Almenni setanar- og starvsfólkapolitikkurin skal eisini viðvirka til hetta, eins og almenn arbeiðspláss yvir ávísa stødd skulu binda seg til at taka fólk í vard størv.”

 

Punkt 3.6 í útkasti til “vegleiðing um løn undir sjúku” gongur soleiðis beint ímóti tí, sum ABC samgongan fráboðar um rúmliga arbeiðsmarknaðin í samgonguskjalinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.

Rósa Samuelsen vísir í skrivi um rúmliga arbeiðsmarknaðin á heimasíðuni hjá Almannamála-ráðnum, dagfest hin 20. oktober 2008, á, at:

 

“Yvirskipaða málið við rúmliga arbeiðsmarknaðinum er, at rúm skal vera fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum – eisini persónum við breki, sjúku ella sosialum trupulleikum.”

 

Rósa Samuelsen vísir somuleiðis á, at fyribyrgjandi tiltøk eiga at vera sett í verk, soleiðis at starvsfólk, ið gerast sjúk, ikki missa tilknýtið til arbeiðsplássið ella arbeiðsmarknaðin, og at arbeiðs-pláss í slíkum førum eiga at vísa serlig atlit, soleiðis at arbeiðsuppgávur vera tillagaðar til tann sjúkurakta, ella at almennar stuðulsskipanir verða nýttar í tann mun, tað er neyðugt.

Vert er somuleiðis at bíta merki í, at Almanna- og Heilsumálastýrið í 1999 gav út ST- “Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk”. Hesar fyrimyndarreglur vórðu í 2004 útgivnar av nýggjum av Almanna- og heilsumálaráðnum, har Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, í fororðum sínum sigur: “tað er uppgávan hjá politikarunum at skapa tær neyðugu rammurnar fyri, at fyrimyndarreglurnar verða fylgdar. Tað er politiski myndugleikin, sum hevur møguleika fyri og ábyrgd av at fremja fyrimyndarreglurnar í verki”. Á síðu 23 í 7. reglu um arbeiði í ST-fyrimyndarreglunum er ásett, at “Lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mun á fullførum og brekaðum fólki, og mugu ikki forða teimum brekaðu at fáa arbeiði”.

 

Tískil átti at verið púra greitt, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ikki eigur ella kann seta í verk punkt 3.6 í “vegleiðing um løn undir sjúku”, ið mælir til uppsøgn av varandi sjúkum starvsfólkum, men eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, ið varðar av lønardeildini, hinvegin at syrgja fyri, at lønardeildin setir í verk starvsfólkapolitikk, ið vísir til, at arbeiðspláss skulu vísa sosiala ábyrgd yvir fyri varandi sjúkum starvsfólkum. Starvsfólkapolitikk, sum tryggjar, at pláss eisini er fyri starvsfólkum, ið hava varandi og kroniskt sjúku, hetta soleiðis at hesi starvsfólk ikki verða uppsøgd grundað á sjúku, men hinvegin verða náturligur og sjálvsagdur partur av arbeiðsmarknaðinum.

 

Ingrid S. Henriksen, fyrrverandi nevndarlimur í almennum fakfelag