Fíggjarmálaráðharrin: Talan um stór virði, áðrenn tað loysir seg at tryggja

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur seg ikki ivast í, at almenni politikkurin á tryggingarøkinum er rættur. Tí tað kostar nógv at tryggja og tað skal stórur skaði til, áðrenn tað loysir seg at tryggja. Ístaðin fyri at tryggja verður hetta avgreitt yvir játtanarskipanina og ymsu stýrini hava eisini pening til rakstur

Almenni politikkurin á tryggingarøkinum er, at allar landsins ognir ikki nýtast at vera tryggjaðar. T.d. bygningar o.a. Hetta er gjørt greitt í rundskrivi frá umsitingini.
Hóast einki greitt samanfall er millum avgerðina hjá nevndini í P/f Fiskaalaing um ikki at tryggja deyða fiskin í Skopun, og landsins tryggingarpolitikk, so kann hetta yvirførast.
- Vit gjalda nógvar milliónir í trygging. Men tá talan er um almennar byggningar, so er ofta talan um smærri byggningar. Og ein byggningur skal vera dýrur, áðrenn tað loysur seg at tryggja. Og tað eru eisini sera fáir totalskaðar millum ár og dag, sigur Karsten Hansen.
Hann vísir á, at hesin tryggingarpolitikkur er heilt vanligur í londunum kring okkum.
Men hóast almennu ognirnar ofta ikki eru tryggjaðar, so er eingin ávís konto á fíggjarlógini til tap á hesum økinum.
- Nei, eingin ávís konto er, tí hvat skuldi ein sett av? Hetta verður avgreitt yvir játtanarskipanina og so hava ymsu stýrini eisini pening til rakstur, sigur Karsten Hansen.
- Vit skulu fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu, og eg eri sannførdur um, at tað verður gjørt best á henda hátt, sigur fíggjarmálaráðharrin.