Búskaparligi vøksturin í Føroyum í 1998 var nógv størri enn roknað var við frammanundan. Seinastu árini hevur búskaparligi vøksturin í Føroyum verið rættiliga stórur yvirhøvur, og rættilig ferð er nú á búskapinum.
Ikki er heilt vandaleyst at stýra einum búskapi við nógvari ferð, og landstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið enn hevur sitið stutt, fer at gera sítt til, at ferðin verður minkað komandi tíðina. Annars er vandi fyri at búskapurin fer út av kós og vit missa tamarhaldið á búskapinum. Konsolidering verður lyklaorðið í rikna fíggjarpolitikkinum framyvir.
Konsolidering hevur stóran týdning, um vit skulu varveita góðu tíðirnar framyvir, og konsolideringin hevur ikki minni týdning í fullveldisætlanunum hjá sitandi landstýrinum. Í einum føroyskum fullveldi skulu vit, eins og í øllum øðrum nýmótans og framkomnum londum, liva av tí tilfeingi, føroyska samfelagið gevur okkum.
At halda aftur og at sita fast á kassanum í hesum góðu tíðum, verður kanska av nógvum fatað, sum um landstýrismaðurin er ein ljósasløkkjari, og ikki vil geva av kakuni. Tað er bara ikki rætt. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, hyggi eg inn í framtíðina og vil tryggja okkara eftirkomarum eitt gott land at liva í. Stóra ábygdin, sum er latin mær í hendi, verður tikin í ramasta álvara.
Vit vita jú øll at búskapir sveiggja upp og niður, í øllum londum sær og í øllum heiminum. Stóri búskaparligi vøksturin í Føroyum fer tí ikki at halda fram í óavmarkaða tíð. Tað er tí av týdningi, at vit minka um ferðina og konsolidera búskapin til verri tíðir. Búskapurin verður sostatt stabilari og vanligi borgarin kemur ikki at merkja sveiggini eins væl. Her verður serliga hugsað um tíðarskeiðini við minni vøkstri.
Tí er tað av stórum týdningi, at vit konsolidera landskassan og minka um almennu skuldina, soleiðis at vit fáa luft til at reka ein útjavnandi búskaparpolitikk í framtíðini.
Eitt annð, ið ikki hevur minni týdning, er at vit skulu av við ein triðing av núverandi inntøkum landskassans í einum føroyskum fullveldi. Her verður hugsað um inntøkuflytingarnar úr danska ríkiskassanum. Ein vælmannað nevnd er júst farin til verka, og skal í juni í ár koma við tilmælum hesum viðvíkjandi. Tað er tó heilt greitt, at hetta setur krøv til framtíðar búskapolitikkin.
Ársskiftið 1998/99
Karsten Hansen