Jógvan Sundstein
-------
Tað sær út til, at ávíst rok hevur tikið seg upp um avgreiðslu av útgjaldingum av inntøkutrygd fiskimanna fyri um leið einum ári síðani. Málið snýr seg um, at minstaløn verður útgoldin gjøgnum fiskimálaráðið sambært lógina. Persónligu ábyrgdina av útgjaldingini hevur fiskimálaráðharrin.
Áðrenn eg fari víðari kann leggjast afturat, at trupulleikin eins væl kundi havt verið á onkrum øðrum øki, til dømis fólkapensiónsøkinum. Men nú er tað minstalønin, sum er tað aktuella. Lat meg leggja afturat, at eg kenni bert málið frá føroysku fjølmiðlunum.
Um leið hálvárið 2009 skal ein termin viðvíkjandi minstuløn gjaldast samsvarandi lógini um inntøkutrygd og minstaforvinning. Hetta verður gjørt upp, og menn eiga hendan pening til góðar hjá landskassanum. Hetta er eitt heilt vanligt rættarkrav, og tíðartermin er eisini ásett. Tveir partar eru í sakini, har er ein debitor, sum eru ymiskar skipsmanningar, og ein kreditor, sum er landskassin. Eingin tvístøða er um hetta.
Men so hendir tað, at kreditor, tað vil siga landskassin (nakrir tingmenn), rør framm undir at bera seg undan at gjalda til tíðina, tí ikki nóg mikið av peningi stendur á fíggjarlógini fyri 2009. Fiskimálaráðið kemur tí í ta støðu, at um teir ikki gjalda, so bróta teir lógina um inntøkutrygd og mislíkahalda sínar gjaldsskyldur. Og tað er ikki serliga tespiligt fyri ein almennan landskassa. Hinvegin við at gjalda koma teir møguliga at yvirtrekkja postin fyri inntøkutrygd á fíggjarlógini. Fiskimálaráðið gjørdi tó tað einasta rætta og rímuliga, og tað var at gjalda monnum tað teir høvdu til góðar.
Nú um leið eitt ár er farið síðani hendingina, og fíggjarárið 2009 er farið aftur um bak, hava klagur frá løgtingsmanni (-monnum) hingið í luftini og kanningar verið gjørdar av landsstýrismálanevndini. Tað er í sjálvum sær einki at siga til, at tingmenn hava eyguni eftir, hvussu landsstýrið umsitur sítt virksemi. Men tá ein nevnd av tingmonnum, í hesum førinum landsstýrismálanevndin, átekur sær at gera eina løgfrøðisliga kanning og harafturat kemur við eini løgfrøðisligari niðurstøðu, so má krevjast av henni, at kanningin er gjøllig, og at tingmenninir hava skilt tað lógargrundarlagið og tað systemið teir viðgera.
Í hesum førinum er tað landsins og samfelagsins almenni peningakassi tað snýr seg um. Hesin kassi hevur bæði inntøkur og útreiðslur, sum eru grundað á fjøld av lógum og avtalum. Flestu av hesum lógum hava ikki innbygdað tíðaravmarking. Men kunnu sjálvandi broytast ella avtakast av lóggevandi myndugleikanum, Løgtinginum. Summar av hesum lógum heimila inntøkur til landskassan (skattur, meirvirðisgjøld v.m.). Aðrar lógir heimila útreiðslur (sosialar veitingar, minstaforvinning v.m.). Hesar lógir binda samstundis landskssan til at gjalda veitingarnar eftir teim reglum lógirnar áseta. Síðani eru eisini skyldur landskassin átekur eftir ymiskum avtalum.
Síðani er ein lóg viðvíkjandi peningaviðurskiftum landsins, sum hevur stóran týdning, men sum samstundis er tíðaravmarkað. Tað er løgtingsfíggjarlógin. Hendan er bert galdandi fyri eitt ár ísenn, men hon skal samtykkjast á hvørjum ári (álmanakkaári), tí vit skulu altíð hava eina galdandi fíggjarlóg.
Fíggjarlógin skal í prinsippinum umfata alt landskassans virksemi. Men skiljast skal, hvussu hon er uppbygd, og at hon er nær tengd at øllum øðrum lógum, og skal vera í samsvar við allar aðrar galdandi inntøku- og útreiðslulógir.
Fíggjarlógin er tí fyrst fremst eitt budgett fyri viðkomandi ár, men harafturat partvís ein lóg, sum hevur í sær ymiskar játtanir.
Postarnir á fíggjarlógini kunnu tí býtast upp í metingar, tað vil siga budgettpostar, og játtanarpostar. Útreiðslurnar til minstuløn er heilt klárt ein budgettpostur. Tá fíggjarlógin verður samtykt verður mett um hesa útreiðslu fyri viðkomandi ár. Hon skal við á fíggjarlógina, tí hon er ásett í aðrari lóg, sum forpliktar landskassan. Hetta er sjálv heimildarlógin. Nágreiniligu upphæddina veit eingin fyrrenn árið er farið. Tá skal eitt møguligt frávik (sum næstan altíð vil vera) takast við á eini eykafíggjarlóg. Landsstýrið hevur tí beinleiðis skyldu at avgreiða útgjaldingar av minstuløn, líkamikið hvør upphæddin á fíggjarlógini er, tí onnur játtanarlóg ásetur tað. Nakað annað er, at vanligt fíggjarligt skil, hjá fyrst og fremst fíggjarmálaráðnum, hevur við sær eina skilagóða budgettuppfylging sum árið líður.
Viðvíkjandi játtanarpostum á fíggjarlógini er støðan øðrvísi. Her er eingin onnur lóg enn fíggjarlógin, sum bindir landsstýrið. Um til dømis onkur studningur er játtaður, kann ikki gjaldast útyvir játtaðu upphæddina. Um hetta skal gerast má nýggj eykajáttan útvegast.
Tað er tí heilt galið og púrasta misskilt, tá landsstýrismálanevndin sigur í síni fráboðan: “At landsstýrismaðurin eftirfylgjandi hevur fingið neyðuga eykajáttan, og at talan sostatt ikki er um meirnýtslu fyri fíggjarárið 2009, merkir ikki, at Løgtingið eftirfylgjandi hevur góðkent, at landsstýrismaðurin hevur goldið pening úr landskassanum uttan fíggjarliga heimild.”
Støðan er beint tvørturímóti. Landsstýrismaðurin hevur havt bæði heimild og skyldu at útgjalda peningin. Hetta er sambært “aðari játtanarlóg”. Møgulig eykajáttan á eykafíggjarlóg skal útvegast aftaná og í seinasta lagi, tá árið endar.
Tað er sera ørskymlandi, at landsstýrismálanevndin við trimum tingmonnum kemur við eini slíkari niðurstøðu um lógarbrot, sum fráboðað er í skrivinum frá 27.05.2010. Men uppaftur meira ørskymlandi er at hoyra og síggja tríggjar aðrar tingmenn í Degi og Viku seta seg sjálvar og landsstýrismálanevndina upp um lóg og rætt, og halda seg kunna avgera, hvat ið er lógarbrot ella ikki.
At so fjølmiðlafólk, sum “avhoyra” løgmann, og samfelagsfrøðingur fylgja hesum upp, og vilja gera landsstýrismálanevndina til ein avgerandi dómstól, boðar ikki frá góðum fjølmiðlasiði. Syrgiligt var at hoyra samfelagsfrøðingin gera metingar um løgmaður var “begávaður” ella ikki. Hann óttaðist eisini fyri, at løgmaður var við at hótta parlamentarismuna í Føroyum, tí hann ikki koyrdi fiskimálaráðharran frá ella fór frá sjálvur. Nei mín góði Dalsgaard, parlamentarisman stendur og fellur ikki við trimum tingmonnum. Tað skal heilt annar hugburður til.
Fyri parlamentarismuna er tað nógv meira avgerandi, at parlamentarikarnir eru seriøsir. Tað at nýta hvørt høvi at arga sínar samstarvsfelagar er ikki seriøst. Eitt dømi er, at somu tingmenn, sum nú vilja hava fiskimálráðharran og helst eisini løgmann frá, fyri einum ári síðani leikaðu í, tí fiskimálaráðharrin var heldur seinur at gjalda minstulønina út. Slíkir menn eru ikki álítandi.