Í næstu viku fær Løgtingið fíggjarlógina fyri 2008 til viðgerðar Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2008 fer á løgtingsskrivstovuna fyrst í næstu viku og verður so lagt fyri Løgtingið seinni í vikuni.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Kringvarpið, at okkurt politiskt er eftir at greiða, men tað verður gjørt í dag ella í morgin.
Landsstýrismaðurin sigur, at avlopið í fíggjarlógini verður ikki so stórt, sum tað átti at verið í slíkum tíðum, sum vit hava nú.
Tá uppskotið til fíggjarlóg fyri 2008 er farið úr fíggjarmálaráðnum, fer ráðið undir fíggjarlógina fyri 2009.
Kelda: Kringvarpið