Fíggjarlógin fjalir veruleikan

Tjóðveldisflokkurin almannakunngjørdi fríggjamorgunin alternativu fíggjarlógina hjá flokkinum. Flokkurin heldur, at fíggjarlógin hjá samgonguni, ið er til viðgerðar í tinginum í løtuni, fjalir veruleikan.

Sum kunnugt vísir fíggjarlógin fyri 2006, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur lagt fyri tingið eitt hall upp á 219 milliónir krónur. Sambært Tjóðveldisflokkinum er veruliga hallið tó væl hægri.

Útreiðslur uttan fyri fíggjarlógina
Í hesum sambandi vísir flokkurin á, at til dømis er ein útreiðsla upp á 50 milliónir til Hovstunnilin lagdar uttan fyri fíggjarlógina í eitt partafelag, hóast talan er um eina almenna útreiðslu.
Somuleiðis sigur Tjóðveldisflokkurin, at tær útreiðslur, ið standa av vegagerð í Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, heldur ikki eru tiknar við í fíggjarlógini, og tí vísir fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni ikki tað veruliga roknistykkið fyri samfelagið Føroyar 2006.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at uppskotið hjá samgonguni hevur eitt óneyðuga stórt hall, og soleiðis hevur tað verið øll árini undir sitandi samgongu.

Uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum vísir minni hall
Alternativa fíggjarlógaruppskotið hjá størsta andstøðuflokkinum hevur tó eins og uppskotið hjá samgonguni eitt hall, men uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur eitt hall, sum er 66,5 milliónir minni enn tað, sum nú verður viðgjørt í tinginum.
Millum størstu sparingar, ið Tjóðveldisflokkurin hevur í sínum uppskoti, eru eitt nú tær 20 milliónirnar, sum skulu nýtast til seinastu umbyggingarnar av tinghúsinum komandi ár. Eisini heldur flokkurin, at tær 2,5 milliónirnar, ið skulu nýtast til eitt løgmanssæti í Hoyvík eiga at verða strikaðar.

Skattalættin rakar tey skeivu
Nógv umrøddi skattalættin upp á 60 milliónir krónur, ið samgongan hevur tikið við í sínari fíggjarlóg, ger bara gjónna millum rík og fátøk í Føroyum størri, heldur Tjóðveldisflokkurin.
- Okkara útrókningar vísa, at tey, sum hava eina inntøku upp á umleið 500.000 krónur árliga, fáa ein skattalætta upp á slakar 40.000 krónur. Hinvegin fær arbeiðarin við eini inntøku upp á einar 200.000 krónur árliga bert eini 4.000 krónur í skattalætta. Við teimum øktu avgjøldunum merkir hetta, at arbeiðarin í veruleikanum fær øktar útreiðslur, meðan tey við høgu inntøkunum fáa meiri pening millum hendurnar. Hetta ger gjónna millum rík og fátøk í Føroyum bara enn størri, og tað hevur ein tendensur undir sitandi samgongu, heldur flokkurin.

Raðfestingin líkist tí hjá samgonguni
Tað er tó ikki á øllum økjum, at Tjóðveldisflokkurin er so ósamdur við sitandi samgongu. Tá ið hugt verður at hvørji mál, ið flokkurin raðfestir hægst, so eru hesi ógvuliga meinlík tey mál, ið samgongan hevur raðfest.
Sum dømi um hetta kann nevnast, at bæði samgongan og Tjóðveldisflokkurin eru samd um at raðfesta útbúgving, gransking og mentan høgt, og tað sama er galdandi við størri ábyrgd til kommunurnar.
Spurd, hví flokkurin ikki kemur við eini alternativari fíggjarlóg, ið vísir eitt yvirskot, sigur Tjóðveldisflokkurin:
- Um vit høvdu havt tí almennu umsitingina og alla skipanina í rygginum, høvdu vit ivaleyst kunnað farið meiri gjølla inn á summi øki og spart nakað væl afturat, men tað fáa vit ikki gjørt í verandi støðu, sigur flokkurin.