Fíggjarlógin er tað reina bluff

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, heldur, at fíggjarlógaruppskotið hjá Bárði Nielsen, landsstýrismanni, er tað reina bluff.

Jenis av Rana vil verða við, at tað veruliga undirskotið á fíggjarlógini er um hálva milliard.
Hann vísir á, at tað eru fleiri útreiðslur, so sum barnavernd og apoteksverk, ið er koyrt út um fíggjarlógini saman við eitt nú Hovstunnilinum. Vóru hesar við á fíggjarlógini var hallið væl hægri, sigur Jenis av Rana.

Skapa sær sjálvum trupulleikar
Formaður Miðflokksins dugir heldur ikki at skilja, at landsstýrið inntøkurførur sølu av almennum ognum, hóast eingin vissa er um, at nakað verður selt í komandi ári.
Hetta ger, at Jenis av Rana kallar fíggjarlógaruppskotið fyri tað reina bluff, og hann dugir als ikki at síggja nakað til visión 2015 í uppskotinum, sigur hann.
Somuleiðis undrast Jens av Rana á, at játtanin til umsorganararbeiðið er skerd við 600.000 krónum.
- Tað var júst hetta øki, ið gav landsstýrismanninum nógv høvuðbrýggj fyrr í ár, tá ið tað frættist, at tænastan við matútbering til eldri fólk helt uppat, og at tilhaldini fóru at stongja. Tá var eitt øgiligt rok, men nú er játtanin aftur skerd, og so kunnu vit vænta, at tað verður sama rokið enn einaferð. Á henda hátt skapar landsstýrið sær sjálvum trupulleikar, heldur Jenis av Rana.