Høgni Hoydal, Vegna Tjóðveldisflokkin
???????????????????????????????
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í einum tíðindaskrivi roynt at leggja ábyrgdina fyri eitt vánaligt fíggjarlógaruppskot á undanfarnu samgongu.
Men fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni prógvar bert egið dugnaloysi hjá nýggja landsstýrinum.
Landsstýrið hevur slept allari stýring og hevur ikki rygg til at fremja nakað av teimum tiltøkum, sum vórðu skotin upp á fíggjarlógaruppskotinum, ið datt burtur.
Tjóðveldisflokkurin varð koyrdur úr landsstýrinum í desember 2003. Úrslitið á roknskapinum fyri 2003 fer at vísa yvirskot á fíggjarlógini.
Síðani hevur ongin stýring verið yvirhøvur á landskassanum, og við fíggjarlógaruppskotinum hjá nýggja landsstýrinum verður heldur ongin stýring. Nýggja landsstýrið hevur ikki framt eitt einasta tiltak til tess at fáa tamarhald á fíggjarstøðuni.
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt ítøkiligt uppskot fram um, hvussu vit fáa fíggjarlógina at hanga saman. Men landsstýrið hevur ikki dirvi at stýra.
At landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, roynir at geva undanfarna landsstýri skyldina fyri sítt egna dugnaloysi, er tekin um sera óbúnan framferðarhátt.
Tað undrar Tjóðveldisflokkin stórliga, at landsstýrismaðurin í almennum brævi frá Fíggjarmálaráðnum, ber fram rangar upplýsingar um fíggjartølini í landinum.
Hann sigur seg í bæði skrivt og talu at hava arvað eitt hall uppá 400 mió. kr, sum hann nú sigur seg hava minkað til 277 mió. kr.
Spurningarnir eru so:
Hvar hevur landsstýrismaðurin spart munin uppá 123 mió. kr.?
Hvat var hallið á landskassaroknskapinum 5. desember 2003, tá Tjóðveldisflokkurin fór úr landsstýrinum?
Og kann hann landsstýrismaðurin ikki leggja prógv fram um fyri sínum uppáhaldum, so ber hann fram beinleiðis ósannindi.