Jákup Lamhauge
Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrissamgonguni fyri ár 2002 hevur sum kunnugt verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum ? og aftaná tríggjar dagar langt orðaskifti er málið nú til viðgerðar í fíggjarnevndini.
Við framløguni av uppskotinum frá landsstýrinum fylgdi eisini ein bóklingur ? ein sokallað frágreiðing um rikna politikkin og málsetningin hjá samgonguni fyri samgonguskeiðið, sum nú gongur móti endanum.
Í fororðunum sigur landsstýrið m.a.:
At høvuðsstevnumiðið hjá samgonguni er føroyskt fullveldi.
At fíggjarlógaruppskotið fyri 2002 er størsta búskaparpolitiska stigið fram ímóti føroyskum fullveldi og sjálvberandi føroyskum búskapi.
At heildarveitingin úr Danmark verður minkað 365 mill. kr. og verður einvegis inntøkuflytingin úr Danmark nú nógv minni partur av inntøkugrundarlagi landskassans.
At hetta samstundis er ein avbjóðing búskaparpolitiskt.
At hetta fer framhaldandi at seta krøv til ein skynsaman búskaparpolitikk.
Um høvuðstølini á fíggjarlógaruppskotinum sigur bóklingurin m.a.:
Inntøkur:
Skattainntøkur ?????????? 1.552 mill. kr.
Avgjøld og tollur ????????? 1.280 mill. kr.
Ymsar inntøkur ?????????? 43 mill. kr.
Heildarveiting úr Danmark ????? 642 mill. kr.
????????????????????????????????????????
Inntøkur tilsamans ???????? 3.517 mill. kr.
Útreiðslur:
Rakstrarútreiðslur ????????? 3.037 mill. kr.
Løguútreiðslur ?????????? 232 mill. kr.
Rentuútreiðslur ?????????? 89 mill. kr.
Avdráttir ???????????? 141 mill. kr.
????????????????????????????????????????
Útreiðslur tilsamans ???????? 3.499 mill. kr.
????????????????????????????????????????
Avlop ?????????????? 18 mill. kr.
????????????????????????????????????????
????????????????????????????????????????
Sum sæst av omanfyri nevnda yvirliti, so roknar landsstýrið við einum avlopi uppá 18 mill. kr. komandi ár ? men havast má í huga, at onki tal er avsett til meirútreiðslur, sum altíð koma fyri í einum ári ? t.d. í 2001 verða eykajáttanir uppá yvir 100 mill. kr. til ymisk málsøki, har upprunaupphæddin hevur verið ov lág ? onki er at ivast í at hendan upphædd verður eins stór komandi ár og helst gott og væl tað.
Samgonguflokkar krevja hægri játtan
Umframt hetta, so kom fram undir viðgerðini av fíggjarlógini, at fólkaflokkurin kravdi skattalætta fyri 30 mill. kr. og sjálvstýrisflokkurin kravdi meirjáttan til pensiónir uppá 30 mill. kr.
Yvirskotið verður nú til
stórt hall
Samanumtikið, so verður ikki talan um avlop uppá 18 mill. kr., men í staðin verður talan um eitt hall uppá uml. 150 mill. kr.
Størsta búskaparpolitiska tiltak samgongunar:
Í bóklinginum sigur landsstýrið, at minkaða heildarveitingin er størsta búskaparpolitiska tiltak fram ímóti føroyskum fullveldi. Hetta fer framhaldandi at seta krøv til útreiðslustýring landskassans næstu árini.
Sum kunnugt, so hava samgonguflokkarnir samtykt at yvirtaka fíggjarligu ábyrgdina frá dønum av ávísum málsøkjum fyri tilsamans uml. 400 mill. kr. ? og úrslitið av hesum er nú heilt greitt ? stórt hall á fíggjarlógini komandi ár.
Føroya fólk stendur nú spyrjandi hvat fer at henda ? fer landsstýrið at skera burtur av játtanini til heilsuverkið, skúlaverkið ella almannaverkið fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina, ella verður talan um hækkað skatta- og avgjaldstrýst?
Útreiðslustýring
landskassans
Um útreiðslurnar annars sigur landsstýrið, at stórt trýst hevur verið á landskassans seinastu árini.
Jú, sjón er fyri søgn ? árið undan at henda samgonga tók við í Tinganesi ? nevniliga í 1997 vóru útreiðslur landskassans 2.663 mill. kr., nú fýra ár seinni eru útreiðslurnar vaksnar til 3.358 mill. kr. ? ein vøkstur uppá uml. 700 mill. kr. ? og her skal havast í huga, at rentuútreiðslurnar av lánum í 1997 vóru 336 mill. kr., meðan tær í 2002 verða mettar til 89 mill. kr.
Ein kann av røttum spyrja um talan hevur verið um nakra útreiðslustýring seinastu fýra árini undan fullveldissamgonguni.









