Fíggjarkreppan er góð fyri umhvørvið

Ongantíð seinastu 40 árini er útlátið av veðurlagsgassum minkað so nógv sum í fjør.

Altjóða orkustovnurin, IEA, skrivar á heimasíðu sínari, at fíggjar- og búskaparkreppan hava havt alstóra ávirkan á orkunýtsluna um allan heim, og CO2-útlátini kunnu falla við ikki minni enn trimum prosentum í 2009, sum er størsta fallið í 40 ár.

Hetta skal kortini ikki skiljast sum, at vandin er av, sigur IEA, sum tvørturímóti stúrir fyri eini álvarsamari upphiting. Halda vit fram við sama útláti sum í dag, økist hitin á jørðini við seks stigum, heldur IEA.

Fyribils IEA-frágreiðingin, ið varð løgd fram í gjár, vísir, at stórur munur er á ídnaðar- og menningarlondum, tá tað kemur til útlát.

Í londum sum Russlandi og USA er CO2-útlátið fyri hvønn íbúgva fimm ferðir størri enn meðaltalið í heiminum, meðan indar, sum telja 17 prosent av íbúgvunum á jørðini, bara standa fyri trimum prosentum av CO2-útlátunum.

Uttan broytingarnar fara útlátini at bera í sær eina miðsavnan av veðurlagsgassum uppá útivið 1000 parts fyri hvørja miljón (ppm). Hetta fer at elva til eina globala upphiting uppá seks stig við vanlukkuligum avleiðingum.

IEA mælir til eina nýggja kós, ið hevur til endamáls at fáa miðsavnanina niður í 450 ppm, sum svarar til ?bert? tvey stig hægri hita á jørðini.

Kostnaðurin av hesum verður mettur til 10,5 milliardir dollarar, og kostnaðurin økist við 500 milliardum dollarum fyri hvørt ár, ið gongur, uttan eina nýggja kós.

Endaliga frágreiðingin frá IEA verður almannakunngjørd 10. november

Kelda: www.sev.fo