Fíggjarkreppan – eitt fantastiskt hugskot

Tað er løgið bæði at vera áskoðari og leikari í lívsins sjónleiki. Fyri eini løtu síðan var alt skrúvað upp á fult bluss, eydnan lá í einum skáaláni, sum bleiv brúkt til eitt egg, ein Ingálv og eina Harley. Nú hevur alt hetta brádliga ongan týdning longur. Út við tingum og inn við dýpd, innihaldi og meining. Nú skulu vit vera nakað fyri hvørt annað, gera mun í heiminum og dansa okkum út úr kreppuni.

Presturin Anna Mejlhede var skjót at lofta tíðarandanum og skrivaði bókina ”Må man godt danse alligevel?”, sum er ein kerlig áminning og stuttlig vegleiðing gjøgnum persónligu fíggjarkreppuna. Tí, sum ein kona segði: Hendan fíggjarkreppan er eitt fantastiska gott hugskot!