Fíggjarkreppa í donskum fótbólti

Fótbóltur: Ikki færri enn tíggju av 12 feløgum í donsku superliguni hava undirskot av rakstrinum og hjá summum teirra er trupulleikin so stórur, at tað kann gerast ein spurningur um lív ella deyð. Í hinum endanum skúma Brøndby og FCK róman, og við tí gerst munurin millum stóru og smáu feløgini uppaftur størri

Nú superligain er farin í vetrarsteðg, verður millum áskoðarar tosað um hvør man gerast danskur meistari og hvørji feløg fara at flyta niður tá kappingin endar einaferð komandi vár.

Millum persónar sum hava nógv meira við feløgini at gera enn  áskoðarar, verður arbeitt hart við einum týdningarmiklum máli - nevniliga fíggjarligu gongdini.

Flestu superligafeløgi ganga í móti einari strævnari tíð fíggjarliga, og onki røkist fyri at gongdin fer at venda í bræði. Inntøkurnar eru stutt sagt ov lítlar til at fíggja núverandi prís- og lønarstøði á spælararunum.

10 av teimum 12 superligafeløgunum koyra við undirskoti, og mugu útvega eyka inntøkur við at selja út av spælarahópinum. Hetta hjálpir teimum við at fíggja ein part av undirskotinum í ár.

Feløg sum OB, AAB, Silkeborg og Vejle koma øll út vi einum undirskoti uppá uml. 10 mió. fyri 1999 um tað ikki eydnast teimum at selja nakrar spælarar, og harvið fáa skrásett nakrar inntøkur áðrenn roknskaparárið gongur út.


Lønirnar eru

hækkaðar munandi

Ein høvuðsorsøk til at tað gongst so illa rakstrarliga eru tær hækkaðu lønarútreiðslurnar.

Sum øll onnur feløg í Evropa gera superligafeløgini alt fyri at ogna sær góðar spælarar. Fyri at fáa fatur á hesum, mugu tey lokka við góðum kontraktum sum oftast viðføra høgar lønir. Av tí at spælarnir nú eru fríir at fara hvar teir vilja tá sáttmálin gongur úr (Bosman sakin), vilja teir ikki binda seg um hetta ikki er ein góð kontrakt sum gevur pengar. Sáttmálarnir eru ofta uppá fýra ár, so endamálið er at tryggja seg væl so man ikki angrar tá eitt ár er farið.

Feløg sum hava góðar leikarar til rímuligar lønir føla press uttanifrá. Vilja tey  varðveita hesar spælarar, mugu tey fylgja við og geva núverandi spælarum betri treytir soleiðis, at spælarin ikki skal freistast av øðrum feløgum.

Lønirnar eru í meðal hækkaðar við 30% síðsta árið. Miðallønin er í løtuni uppá 473.000 rokna eftir øllum superligaspælarum sum hava sáttmála.


Inntøkurnar

fylgja ikki við

Samstundis sum útreiðslurnar vaksa munandi klára inntøkurnar ikki at fylgja við.

Tey feløgini, sum eru niðarliga á stigatalvuni, hava trupult at samlað áskoðarar tá góð úrslit ikki fáast til høldar. Hetta viðførir eisini, at trupult er at finna nýggjar sponsorar, tí hesir vilja helst hava avkast av sínum stuðli/iløgu. Tað fáa teir bert um feløgini hava ítróttarligt viðrák.

Færru áskoðararnar og færri sponsorkrónur gera, at minni pengar eru at fáa nýggjar spælarar fyri. Harafturímóti er sum sagt ofta neyðugt at selja spælarar fyri at útvega inntøkur, sum kunnu bøta um vanliga raksturin. Av tí sama, er ringt at fáa úrslit, sum áskoðarar og sponsorar krevja fyri at stuðla. Altso ein skrúva uttan enda.


Eftirspurningurin eftir

partabrøvum minkandi

Vánaligu úrslitini viðføra eisini at partaeigarar - nýggir sum gamlir - ikki bjóða seg fram at keypa núverandi ella nýggj partabrøv.

Tann óhepna gongdin í flestu børsnoteraðu superligafeløgnum - eins og  eftirspurningurin eftir núverandi partabrøvum - hevur viðført, at kursurin á partabrøvum í miðal síðsta árið er minkaður við uml. 15 %.

Umframt vánaligu gongdina ítróttarliga, meta serfrøðingar innan fyri partabrøv,  at ein onnur orsøk til kursfallið er, at eftirspurningurin eftir partabrøvum í lítlum fyritøkum er minkandi. Flestu superligafeløg eru lítlar fyritøkur tá hugt verður eftir øllum fyritøkum í Danmark. Haraftrat er sjálv vinnan blivin minni áhugaverd  síðstu tíðina.

Væntandi áhugin frá partaeigarum ger at tað  manglar likviditetur til dagliga raksturin, og eginpeningur at standa í móti við tá raksturin gevur hall.

Hóast flestu feløgini  koyra við undirskoti av vanligum rakstri, so eru nøkur sum klára seg. Brøndby og FCK  megna at fáa eitt rakstraravlop uttan at selja spælarar, umframt at hesi feløg eru sterk fíggjarliga. Brøndby hevur sum kunnugt fyri stuttum keypt ikki minni enn 4 av bestu spælarunum í Skandinavia, og soleiðis rættiliga gjørt seg út til kappingin byrjar aftur í vár.


Munurin gerst størri

Reint fíggjarliga kann tað henda, at munurin millum tey sterkastu og veikastu feløgini gerst enn størri enn hann er í dag.

Tað at nøkur feløg stinga seg burturúr fíggjarliga vil eisini føra við sær, at hesi sum frá líður fara at gerast oddafeløg ítróttarliga.

Brøndby er siðursvant og við nýggju innkeypunum fara teir uttan iva at mynda toppin í donskum fótbólti nógv ár fram. FCK vil eisini fyrr ella seinni fáa eitt ítróttarligt viðrák við tí fíggjarliga grundarlagi sum har er til staðar.

Um superligain kemur at verða mynda av hesum báðum feløgunum komandi árini ella um onnur megna at fylga við, er ilt at siga. Tað veldst um feløg sum AAB, AB og Silkeborg framvegis fáa útvega neyðugu inntøkurnar til at fíggja ein nøktandi spælarahóp. Í løtuni megna hesi feløg ikki at fáa raksturin at bera seg, og spurningurin er hvussu longi feløgini kunnu halda fram við at satsa uppá  sølu av spælarum.

Tað krevur, at tað hvørt ár er ein ávís tilgongd av spælarum frá egnum felag, ella at møguligt er at fáa fatur á spælarum uttanifrá, sum ikki eru alt ov dýrir. Neyvan fæst tó líka góður spælari í staðin fyri tann í er farin, um pengarnir ikki eru at keypa fyri.

Framyvir kann væntast at feløgini leggja seg á  eitt lønarstøði sum verður kent av hinum feløgunum. Lønarmunurin sum verður ímillum sterku og veiku feløgini ger, at lættari verður hjá størru feløgum at lokka spælarar frá hinum, tí spælararnir freistast av góðu lønunum.

Gongdin vil tí ivaleyst halda fram, og munurin millum peningasterku feløgini og restina kann gerast størri.


Krav til eginpeningin

DBU hevur tað krav, at eginpeningurin hjá einum superligafelagið skal verða minst 25% av samlaðu lønunum.

Við tí undirskoti sum er væntandi fyri 1999, so vilja fleiri feløg nærkast hesum marki.

T.d. væntar AGF eitt undirskot uppá 1,25 mió kr., og heldur tað, er eginpeningurin uml. 3 mió krónur. Tá eru teir komnir hartil, at kravið frá DBU ikki er uppfylt, og mugu  beinanvegin gera eina ætlan um, hvussu teir skaffa pening til at skjóta inn í felagið.

AGF hevur á eykaaðalfundi avgjørt eina ætlan um at útskriva nýggj B-partabrøv fyrst í komandi ári. Væntandi geva hesi partabrøv felagnum 20-30 mio. kr.  at arbeiða við, sum betrar likviditetin og ikki minst eginpeningin.


Útreiðslurnar mugu

tillagast inntøkunum

Spurningurin er hvat kann gerast hjá einstøku feløgnum tá  inntøkurnar ikki eru til staðar til at varðveita verandi støði.

Ein møguleiki er at spælararnir í felag fara niður í løn. Hetta kann gerast trupult um ikki allir spælararnir føla nakað fyri felagnum. Bestu spælararnir vilja alla tíðina hyggja seg um eftir betri umstøðum, og klárar felagið ikki at gjalda eina nøktandi løn, kann spælarin bert geva sína ónøgd til kennar. So standa onnur feløg á rað fyri at fáa fatur í spælaranum. Og tá er ringt at halda uppá henda um eitt gott tilboð kemur, tí pengunum hevur seljandi felagið brúk fyri.

Formaðurin í OB hevu stutt síðan sagt, at hvørki spælarar ella feløgini eru áhuga í, at feløgini fara av knóranam ella mugu koyra við minimalum blussi. Hann roknar tí við, at spælararnir fara at semjast um at halda aftur vi lønarkrøvum, ella beinleiðis  fara niður í løn fyri at steðga gongdini í lønunum. Men sum sagt kann hetta gerast trupult at fáa framt.


Spælararnir mugu

fara niður í løn

Í Herfølge hava spælararnir tosa um júst hetta evni at fara  niður í løn í felag.

Ein annar møguleiki er, at ein høvuðspartaeigari kann koma og spræna pengar inn. Men fyri at ein slíkur partaeigar skal hava áhugað, má grundarlag verða fyri at fyritøkan kann klára seg í framtíðini. Ofta kunnu trupulleikar tó standast av hesum. Partaeigarin fær nevndarsess og krevur at felagið verður stýrt kommercielt, meðan aðrir í nevndini hugsa meir um tað ítróttarliga.

Uppaftur ein møguleiki, sum havdur hevur verið á lofti, er, at skerja lønirnar hjá »minnu góðu« spælarunum. Samstundis skal lønin setast upp hjá "teimum betru", og vónin er hervið at loysa fleiri trupulleikar samstundis. Teir týdningarmestu spælararnar verða verandi, meðan teir »vanligu« ikki ríma, tí hesir ikki kunnu vænta betri kontrakt frá øðrum feløgum.

Haraftrat verður hildið, at lønarútreiðslur kunnu sparast við at fleiri fara niður í løn enn talið av teimum sum fáa lønarhækkan.

Samanleggingar er ein møguleiki sum uttan iva fer at verða brúktur í framtíðini. Vit hava dømi sum FCK og FC Midjylland sum mugu sigast at hava eydnast væl. Vejle hevði fyri stuttum eisini tikið stig til eina samanlegging, men henda ætlan bleiv av ongum.

Ein slík ætlan viðførir, at eitt størri spælaragrundarlag er at byrja eitt nýtt felag við. Haraftrat verða útreiðslur spardar í umsiting, eins og lættari verður at fáa høvuðssponsor og nýggjar partaeigarar, tá ein slík ætlan ofta verður hildin at vísa ein vilja frá luttakandi pørtunum.

Hvussu er og ikki so má okkurt  gerast fyri at feløgini í framtíðini kunnu rekast sum fyritøkur við einum sunnum rakstri, og einum spælarahópi sum er nóg góður til at fáa úrslit.

Tað kann hugsast at feløgini mugu lækka støði fyri at fáa vent gongdini. Tí fáa feløgini uppbygt ein positivan rakstur, er grundarlagið til staðar at útbyggja ein spælarahóp so hvørt sum inntøkurnar gerast størri.

Eitt felag sum vil nakað, fær lættari við at skaffa sponsorar og nýggjar partaeigarar tá partabrøv verða bjóða út. Hetta gevur  størri inntøkur sum eru treytin fyri at fáa ítróttarligt viðrák. Og so koma áskoðararnar eisini við.