Dalur: Tað hóvar eftir øllum at døma ikki fíggingarstovnunum, at framleiðsluvirki flyta úr miðstaðarøkinum til útjaðaraøki. Hvørki banki ella Útnorðurgrunnurin vildu fíggja snikkaravirkið hjá Bødvari Poulsen í Dali.
Bødvar Poulsen hevði snikkaravirki í Havnardali, men gjørdi av at flyta til Dals, har hann bygdi nýtt virki, sum stóð liðugt í mars í ár. Virkið var bíligt. Ymiskar maskinur og innbúgv hevði hann við sær úr virkinum í Havn, meðan neyðugt sjálvandi var við ávísum nýíløgum.
Bødvar Poulsen sigur, at hann søkti bankafígging, men fekk noktandi svar. Tað var so tað, tað var. Síðan søkti hann Útnorðurgrunnin, sum hann helt var til fyri at stuðla útjaðarafyritøkum. Men eisini haðani kom sera skuffandi svar:
»Tíverri ber tað okkum ikki til at ganga lánsumsóknini á møti.«
Eingin grundgeving fylgdi við. Tað var sera hugstoytt, sigur Bødvar Poulsen. Hann hevði annars ta fatan, at júst hesin grunnurin var stovnaður av politikarunum í útnorði til at stuðla fyritøkum í útjaðaranum.
Seinni fekk hann í telefonini at vita frá skrivara grunnsins, at grundin var tann, at virki hansara lá so langt burtur. Men hvørjum tað lá burtur frá, segði søgan einki um.
Hinvegin sigur Bødvar Poulsen, at í dag er hann kortini bara fegin um, at hann onga fígging fekk, hóast tað tá virkaði hugstoytt. Teir, hann keypti tilfar frá, vóru sera lagaligir, og í dag er hann longu komin so væl uppundan, at hann kann gjalda seinastu skuldina til jólar.
Tað ljóðar mestsum ótrúligt, men alt í alt stóð virkið í umleið 400.000,- krónum, tá hann byrjaði at arbeiða. Og arbeiði hevur hann havt ivaleyst av. So nógv, at hann nú noyðist at siga arbeiði frá sær.
Bødvar Poulsen ger trappur á snikkaravirkinum í Dali. Hann sigur, at higartil í ár hevur hann latið 38 trappur, og fleiri eru eftir at gera. Eisini skal hann gera onkran køk, sigur hann.
Trappurnar verða gjørdar lidnar í Dali, og so fer Bødvar sjálvur út at seta tær upp. Hann flytir sjálvur tær flestu í egnum bili. Men tað kemur fyri, at tær eru so mikið stórar, at hann noyðist at nýta Strandferðsluna.
Hóast hann er fluttur til Dals, er tað als eingin trupulleiki fyri virksemið, sigur hann. Sambandið um Skopunarfjørð er gott, letur hann at. Er ikki veður ein dag, fer hann bara dagin eftir. Tað er ikki veri enn so, tá ein arbeiðir einsamallur og kann ráða sær sjálvuum.
Og júst tað frælsið, at kunna gera sum hann vil, er eitt tað besta aktivið í virkinum í Dali, sigur Bødvar Poulsen. Ikki einans hevur hann bygt upp eitt virki, sum sær út til at ganga væl. Hann fær eisini tíð at vera til sjálvur, og tað ber av øllum, sigur hann.