ÍF Føroyar stríðist fyri tryggum grundarlagi

Føroyska hondbóltsfelagið í Danmark hevur gjørt stór framstig seinastu árini, men vantandi venjingarmøguleikar og fígging kann steðga framgongdini.

 

Felagið kom upp á beinini aftur fyri fýra árum síðani, eftir ein steðg síðani miðskeiðis í 90’inum. Tað var Ragnar Mouritsen, ið stóð fyri at endurreisa felagið. Tað eru nú knýtt trý lið at felagnum - tvey manslið og eitt kvinnulið - og tað er tað størsta felagið nakarantíð hevur verið.

 

Millum annað hevur besta mansliðið vunnið sína deild tvey av teimum farnu fýra árinum. Besta mansliðið er nú at finna í 5. bestu deildini, ið er tað hægsta felagið nakrantíð hevur verið. Ári Rouch hevur verið venjari seinastu trý árini. Felagið er ein kærkomin møguleiki hjá føroyskum hondbóltsleikarum at halda fram við hondbólti, meðan teir útbúgva seg í Danmark.

 

Tað hevur tó víst seg at verið trupult at fáa hendur á venjingartíðum, umframt at felagið ikki hevur tað stóru fíggjarligu orkuna. Tað kom tí væl við, tá Tryggingarfelagið Føroyar valdi at stuðla teimum.

 

Úr ÍF Føroyum frættist, at felagið vónar at fáa gott samstarv við Hondbóltssamband Føroya, sum felagið vónar kann rætta eina hjálpandi hond, so føroyskir hondbóltsleikarar ikki detta niðurímillum, tá teir fara til Danmarkar at lesa.

 

Bara tveir føroyskir hondbóltsleikarar eru at finna í trimum teimum bestu deildinum í Danmark. Teir eru Tróndur Kragesteen og Rókur Akralíð. Tí er greitt, at ÍF Føroyar er eitt týdningarmikið felag fyri føroyskan hondbólt.

 

Besta mansliðið liggur í løtuni á triðja plássi og sum sæst á myndini, so er talan um fyrrverandi leikarar í bestu mansdeildini í Føroyum, ið manna liðið.

 

Tað ber til at fylgja gongdini hjá ÍF Føroyum á Facebook við at melda seg til bólkin; “ÍF Føroyar Hondbóltur”.

 

Á myndini sæst besta mansliðið hjá monnum. (Aftast frá vinstru; Esbern Patursson, Bjarni Sørensen, Hjalti Mohr Jacobsen, Lars Larsen Black, Pól Andreassen, Borgar Danielsen, Bogi Berg. Fremst frá vinstru, Janus Sørensen, Helgi Justinussen, Rani Ellingsgaard, Jens Mohr og Janus Einar Sørensen. Á myndini vanta Høgni Klein, Hanus Johansen og Brian Vang Poulsen.)