Tað gongur væl hjá føroyska útisetaliðnum í Keypmannahavn. Besta liðið í felagnum spælir í Københavnerserien, og í farnu viku spældu teir ímóti B93. Dysturin endaði við 1-0 sigri til føroyska liðið. Heimasíðan hjá ÍF Føroyum skrivar, at dysturin var sera javnur, men føroyska liðið fekk avgerandi málið. Tað skoraði Heini í Skorini, sum áður hevur umboðað B36. Hetta var triðji dysturin á rað, at einki mál varð skotið ímóti ÍF Føroyum, og úrslitið hevur við sær, at liðið nærkast oddinum í Københavnerserien.