Fá fáa hjálp

Fleiri hundraðtúsund fólk eru flýdd undan hørðum bardøgum í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu og hava tørv á mati og aðrari hjálp. ST og fleiri hjálparfelagsskapir hava sent fólk og útgerð til Somalia, men ST sigur, at bara ein triðingur av teimum neyðstøddu fáa nakra hjálp. Trupulleikin er, at teir stríðandi partarnir vilja ikki loyva hjálparfólkunum at koma teimum neyðstøddu til hjálpar, og í so máta er støðan í Somalia verri enn í sudanska landspartinum Darfur, sigur ST. Bardagarnir í Mogadishu eru teir harðastu seinastu 16 árini, og hildið verður, at teir hava kostað umleið 1.300 mannalív.