ÍF er á veg móti stórum føðingardegi

Annan sunnudag á rað er TB á veg úr Eysturoy við tapi

Um ellivu dagar vera tað 75 ár síðani, at Ítróttarfelag Fuglafjarðar varð stovnað.

Í dag vísti ÍF á heimavøllinum í Fløtugerði, at felagið er væl fyri, og at tað kann fara at vísa seg, at talan verður um eitt gott fótbóltsár.

ÍF vann seinnapartin 3-1 á heimavølli ímóti TB, sum fyri einari viku síðani tapti 1-0 í Sarpugerði í Norðragøtu, og sum einki stig hevur vunnið, nú kappingin er tvey umfør gomul.

Fuglfirðingar hava vunnið fýra stig.

Aftur í dag var Uros Stojanov heilt sentralur. Í fjør skoraði hann 17 mál ella helmingin av málunum hjá ÍF. Tað bar við sær, at hann var toppskjútti saman við Klæminti A. Olsen.

Eftir tvey umfør bendir heilt nógv á, at Uros Stojanov aftur í ár kann verða avgerandi spælari hjá ÍF.

Hann skoraði málið í Hólmanum á Eiði fyri einari viku síðani, og í dag skoraði hann tvey mál. Hann var fyrstur á returbólti, eftir at eyðsýndi Steinbjørn Olsen hevði roynt seg, og Nikola Stoisavljevic í TB málinum hevði hálvbjargað.

Í síðstu sekundunum undan steðginum økti Gundur E. Petersen um munin til 2-0, tá ið hann eftir horna úr vinstru frá Karl Løkin stýrdi bóltin í málið.

Tíggju minuttir eftir steðgin var Uros Stojanov aftur upp á spæl, tá ið hann við høvdinum og við handara stólpa stýrdi bóltin í málið, eftir at Emil Weihe Joensen, sum tíggju minuttir undan steðginum avloysti Hans Jákup Lervig, legði innfyri úr høgru, og so var 3-0.

ÍF var alla tíðina omaná. Tó eydnaðist tað TB stutt undan leikloki at skora ársins fyrsta mál. Meistari fyri tí var John Villi Wøldike Leo.

Í triðja umfari skal TB leygardagin spæla á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár. Tá verður toppliðið KÍ gestur við Stórá í Trongisvági. ÍF fær leygardagin vitjan av 07 Vestur.