Í Dimmalætting 13. januar 2011 er opið bræv til Føroya Skúlabókagrunn frá Rolf Guttesen, ið ikki er hvør sum helst, tá talan er um fakligan førleika innan geografi og geologi. Hann er fyrrverandi Associated Professor við Københavns Universitet, Department of Geography and Geology og núverandi Adjunkt Professor in Historical Geography, Department of History and Social Sciens út á Setrinum. Brævið er sent til Magnus Tausen (MT), Niels Petersen (NP) og Birgir Kruse (BK), ið sambandi við, at teir høvdu biðið Rolf Guttesen sum serkønan um at hjálpa til við nýggja føroyska Heimsatlassinum, millum annað at týða tað enska Collins: World Student Atlas til føroyskt. Teir høvdu fleiri fundir og kravdu treytaleysan hond og hálsrætt yvir endaligu verkinum, uttan nakra trygd fyri at fakligu princippini, sum arbeitt verður eftir tá atlas verða gjørd, fóru at síggjast aftur í tí endaliga verkinum. Tað áhugaverda í hesum sambandi er, at ongin av teimum trimum umboðandi Føroya Skúlabókagrunn, MT, NP ella BK hava dokumenteraðan fakligan førleika, tá talan er um ábyrgd av atlas útgávu, men tað hevur Rolf Guttesen í ríkiligt mát – bæði fakliga og málsliga.
Ísland 16 ferðir størri umboðan enn Danmark og stendur fremri
Í brævinum upplýsir Rolf at Ísland fær 4 síður meðan Danmark fær eina fjórðingssíðu uttan sjálvstøðugt kort. Ísland fær sostatt 16 ferðir størri umboðan enn Danmark og stendur beint eftir Føroyum, fremri enn bæði Danmark og Grønland, sum vit hóast alt framvegis eru í ríkisfelagsskapi við. Tá Rolf spurdi um grundgeving fyri henda misjavna, fekk hann onki svar.
Føroyar og Danmark
Faktum er, at Føroyar og Danmark hava verið í ríkisfelagsskapi yvir 600 ár. 20.000 føroyingar búgva í Danmark. Um 85 - 90% av øllum herbúgvandi føroyingum hava reytt danskt EU-pass og tað talið veksur fyri hvørt ár. Útvið 90% av øllum føroyingum sum lesa uttanlands lesa í Danmark - kvitt og frit – umframt at vit fáa góðan lestrarstuðul. Føroyingurin er tvímæltur føroyskt / danskt og klárar seg harvið eisini sera væl bæði á norskum og svenskum.
Samskiftið við Danmark er fleiri ferðir størri enn við Ísland, bæði socialt, búskaparligt og mentanarligt. Í 2010 til dømis flutti Atlantic Airways 168.701 fólk millum Føroyar og Danmark. Tilsvarandi tal millum Føroyar og Ísland var 13.322 fólk ella 12,7 ferðir færri.
Umframt at Føroyar eisini er ein grein av tí europeiska mentanarbulinum Alt hetta skal sjálvsagt endurspeglast í einum komandi ajourførdum føroyskum Heimsatlassi – ikki minst málsliga.
Ísland hinvegin er meiri orienterað móti USA enn móti norðurlondum. Mett verður at 90% av føroyingum hava ilt við at skilja íslendskt, og tí enda flestu samrøður ofta á enskum, tá man er og ferðast í Íslandi. Hetta kemur mest ikki fyri í skandinavisku londunum.
Manglandi professionalisma
Tað er mangt sum bendir á, at skal nýggja Heimsatlassið lúka altjóða krøv, so er Føroya Skúlabókagrunnur ikki rætta forum at standa fyri útgávuni. Teir eru ikki førir fyri at svara Rolf Guttesn upp á teir mest basalu grundstrukturirnar í einum atlassi, so sum at fylgja altjóða leiðreglum og hvørji málslig atlit skulu takast í mun til ta fyrru ella fyrstu útgávuna. “Det grejer sig i sjøen” holdningurin, er ikki gott nokk. Rolf Guttesen hevur víst teimum á hvørjar altjóða leiðreglur eru galdandi tá um atlas útgávu ræður, men tað er sum at sletta vatn á gás.
Hetta minnir um problematikkin sum Vár í Ólavstovu nevndi í samrøðu við Kringvarpið, at frálærutilfarið í føroyskum á miðnámsstøði var merkt av manglandi professionalismu. Vár í Ólavstovu hevur nú um dagarnar á Syddansk Universitet forsvarað sína ph.d í føroyskum “Mellem tradition og modernitet”.
Realisman hevur avloyst ta puristisku epokuna
Málsliga er vit á veg út úr tí puristisku epokuni og inn í realismuna. Tann puristiska epokan hevur í ólukku mát merkt tað fyrsta Føroyska Heimsatlassið frá 1993, sum við sínum íslandskt substitueraðu heitum og ov nógvum heimagjørdum krotusmiðu orðum hevur fremmandagjørt og ørkymla føroyingin. Alt hetta við vælsignilsi frá tí gomlu málnevndini, sum umboðaði tað nú falnu puristisku epokuna. Nýggja málnevndin umboðar realismuna og kann sum Holberg devisan siga: “at oplyse og fornøje, jeg haver for øje”.
Sambært grein: “Atlas, alfabet og málráð” hjá Sjúrða Skaale, løgtingslimi, í bløðunum í dag (24/1) framgongur, at tað var breið semja í Løgtinginum, samd mentanarnevnd í Løgtinginum og samd málnevnd við Jógvan í Lon Jacobsen um at útihýstu stavirnir: C,Q,W,X og Z skulu inn aftur í okkara alfabet. Hetta skal sjálvsagt endurspeglast í einum komandi Heimsatlassi.
Eisini er vert at nevna, at nýggja Staðarnavnanevndin við Eivind Weyhe sum formanni er suveren , og júst hevur ruddað upp eftir tí puristisku epokuni, soleiðis at Lambi nú aftur hevur fingið sítt uppruna navn Lamba, Hellur hevur fingið Hellurnar v. fl. Hetta er at frøast um, at tað reella nú tekur yvir. Staðarnavnanevndin eigur natúrliga at vera við tá umheimurin skal navngevast. Reella upplýsningstíðin er endiliga komin til Føroyar, hóast flestu lond rundan um okkum longu hava nomið gott av henni í langt yvir 100 ár, men betri seint enn ongantíð!
Í bóklinginum “Málmaðurin í Útvarpinum I, Veturin 2008-2009 – og so nøkur innkøst “(Sprotin 2010), skrivar Jógvan í Lon Jacobsen um margfeldið í málinum: “Málvísindaliga er hetta avgjørt ein dygd og ein fongur, men úr einum øðrum sjónarhorni – tí puristiska – verður tað helst ikki roknað sum ein dygd”(s.38).
Hetta vísur klárt munin millum ta málsligu realismu, sum nú ræður við Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Málnevndini á odda, og so tað málsliga trongsskygni, ið ráddi mitt í tí puristisku epokuni 1993. Málnevndin og Staðarnavnanevndin eru gevandi dømir um, at tann puristiska epokan er ein farin tíð í Føroyum. Tann hugsandi føroyingurin hevur tikið realismuna til sín og ynskir at liva í nú’inum – og ikki í einum avsondraðum puristiskum dreymalandi.
Viðmerkingar í bløðunum
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, umrøður júst hetta sama í eini tíðargrein í Sosialinum 21. jan. 2011, undir yvirskrivtini: Nýggja atlassið, ein trongi ella vita til lærdóm? Bjarni vísir millum annað á, at verandi Heimsatlas er ein fótongul fyri leiting á internetinum, og at eitt komandi atlas skal vera ein kelda til víðskygni og lærdóm og kunnleika.
Eisini okkara vísi og ótroyttiligi polemikari, Heri Mohr, skrivar í bløðunum í dag (24/1) undir heitinum: “Nýtt Atlas” , har hann heitir á mynduleikarnar um at fáa framleitt tað nýggja atlassið við serkønari hjálp, og har Rolf Guttesen átti at verið sjálvskrivaður. Samstundis meinar hann, at tað gamla Heimsatlassið frá 1993 skuldi verið inndrigið og makulerað.
Hesir viðmerkingar tala fyri seg og vónandi fær hetta onkran politiska ábyrgdara at vakna.