Fáa vit meira um vit gevast at fiska?

- Eg trúgvi so ikki bara upp á danska teori um, hvat stovnsrøkt er, sigur Hans í Líðini í Vági, sum umframt at framleiða trollemmar eisini er royndur skipari.

 

- Ja, nú skal alt setast inn fyri at bjarga hýsu-og toskastovninum, tí stovnarnir nú næstan er komnir niður á tað støðið, sum teir vóru í 1992. Tá varð sagt, at hýsu-og toskastovnarnir vóru á einum so lítlum støði, at teir ikki kundu reprodusera seg sjálvar. Men, knappliga innan fyri 14 dagar var ørgrynna av stórum toski at fáa allastaðni á Føroyagrunninum, og eingin hevur enn kunna prógvað, hvaðani hesin toskur kom frá.

 

Tað sigur Hans Joensen, vanliga róptur Hans í Líðini, sum bæði er royndur skipari, reiðari og framleiðari av trollemmum í Vági.

 

Hann vísir á, at tað, sum almenningurin fekk at vita, eftir at toskur í stórum tali kom aftur eftir fiskaloysið fyrst í nítiárunum, var,  at hann hevði verið her alla tíðina, men hevði hildið til inni í taranum!

 

- Í 2008 varð sagt, at um fiskimenn góvust at fiska á Føroyabanka, so skuldu teir síggja, at tað fóru at ganga 2-3 ár, so fór nógvur toskur aftur at verða á Bankanum, tí toskurin har veksur so skjótt. Men álvaratos, hevur nakar eitt greitt svar upp á, hví eingin toskur er á bankanum, nú átta ár eru liðin við fullari friðing av stovninum?

 

Hans í Líðini vísir á, at nógv verður snakkað um stovnsrøkt, men sjálvur pástendur hann, at so leingi, sum botnurin ikki verður pløgdur og røktur, verður eingin fiskur á Føroyabanka!

 

- Hví verða ongar royndir við vanligum trolarum gjørdar inni á teimum 67 prosentunum av Føroyagrunninum, sum er friðaður fyri troli? Er tað tí, at tað ikki má koma í ljós, at einki livandi er inni á hesum økjum uttan í gýtingartíðini?

 

Hans í Líðini heldur, at sjálvandi eiga øll hesi økir at verða stongd í gýtingartíðini, men síðan skuldu tey verið røkt restina av árinum. Hann vísir á, at línubátar og útróðrarbátar fingu ongantíð meira fisk, enn tá skotar trolaðu í klettin við Føroyar.

 

- Eg trúgvi so ikki bara upp á danska teori um, hvat stovnsrøkt er fyri nakað, leggur hann aftrat.

 

Hans í Líðini heldur, at tað hevði verið gott at fingið eina frágreiðing um gongdina á Føroyabanka. Hann ivast eisini stórliga í, um tað verður meira fiskur á landgrunninum, um vit halda uppat við at fiska. Hetta er ein spurningur, sum hann heldur er sera viðkomandi í dag.