- Vit kunnu altíð keypa Eysturoyartunnilin aftur frá privata felagnum.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Í sambandi við ætlanina at lata privata felagið, CIP, gera og reka Eysturoyartunnilin, hevur verið ført fram, at ein partur av sáttmálanum við felagið, er, at landið kann keypa tunnilin aftur fyri eina rímiliga upphædd, sum politikarar hava orðað seg.
Tøl vórðu tó ongantíð sett á , havt ein rímilig upphædd er og tað hava fólk forvitnast eftir.
Nú staðfestir landsstýrismaðurin í innlendismálum, at eftir avtaluni við CIP, kann landið altíð keypa tunnilin aftur.
- Tess fyrr, vit keypa hann aftur, tess dýrari verður hann. Men eftir avtaluni kunnu vit keypa hann aftur um 21 ár fyri áleið helvtina av tí, tað kostar at gera hann, ella fyri einar 500 milliónir, sigur landsstýrismaðurin.
Og gongur tað nøkunlunda, sum ætlað við tunlinum, fáa vit hann aftur fyri einki um 30 ár.
Hann sigur, at privata felagið hevur skyldu at halda tunnilin í nøktandi standi og tað skal Landsverk góðkenna.
- Eru tey á Landsverki ikki nøgd við mátan, CIP heldur tunnilin, kunnu føroyskir myndugleikar leggja hald á inntøkur hjá tunlinum, sigur Kári P. Højgaard.
- Men verða sjálv krøvini til tunlar broytt, skal landið rinda fyri, at dagføra tunnilin, so at hann lýkur krøvini, leggur hann afturat.
Hann nevnir sum dømi, at skuldi tað hent, krøv verða sett fram um, at tunnilin skal fóðrast við betong, er tað ein útreiðsla, sum landskassin skal rinda.










