Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at útgeva Bíbliur, at kunna um Bíbliuna og fáa til vega tilfar, sum gevur íblástur til bíbliulesturin.
- Ein partur av virkseminum er at fáa Bíbliuna og tað bíbilska tilfarið út til so mong fólk sum møguligt, bæði heima og úti í heimi, sigur bispur við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.
Fyri at gera felagið so breitt sum gjørligt, er ætlanin at allar kirkjur og allar kristnar samkomur verða bodnar við í Tað Føroyska Bíbliufelagið. Eisini einstaklingar kunnu gerast limir.
Í næstum verður ein stovnandi fundur hildin, har ætlanin er at fáa til vega eina reglugerð, ið virksemi felagsins verður stjórnað eftir.
Til tess at fyrireika arbeiðið fram ímóti einum føroyskum bíbliufelag, hevur bispur saman við øðrum tikið stig til at seta eina bíbliunevnd.
Í hesi fyribils nevnd sita umboð fyri fólkakirkjuna og fríkirkjurnar í Føroyum. Tá Bíbliufelagið er stovnað, verður bíbliunevndin samstundis avtikin.
snorri@sosialurin.fo
“Yvirtaka” Bíbliuna
Henda setta bíbliunevndin skal í fyrstu syftu fyrireika stovnanina av felagnum.
Eitt annað týðandi mál verður, at samráðast við danska Bíbliufelagið um at yvirtaka ognarrættin til Bíbliuna – týðingina hjá Dahl og Viderø.
Her verður skipanin hon, at Bíbliunevndin kemur at hava ognarrættin í eini skiftistíð. Tað føroyska bíbliufelagið fær síðani ognarrættin til hesa Bíbliuna.
Og í triðja lagi skal nevndin samvinna við Danska Bíbliufelagið og onnur bíbliufeløg.










