Fáa nógvan náta norðan­fyri

Týsdagin vóru nólsoyingar í Vágsbotni og seldu náta. Ingolf Jacobsen og Jack Thom­sen hava verið eftir náta í tríggjar dagar og fingið gott 500 nátar.
Teir vóru norður úr Enni­bergi og eystan fyri Fugl­oynna.
Teir søgdu við in.fo, at har var væl av náta, meðan minni er at fáa eystanfyri, sunanfyri og vestanfyri.
Tá in.fo vitjaði teir týs­morg­unin, høvdu teir selt einar hundrað og høvdu um hundrað eftir.