Koma pengarnir, sum Nærverkið fær, brúkarum til góðar í nóg stóran mun, ella verður alt ov nógv etið upp í berari umsiting.
Hetta er ein spurningur, sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú fer at kanna.
Tað ger hon eftir at fund hjá Sambandsflokkinum í Sandavági nú eitt kvøldið, har nógvar atfinningar vóru ímóti Nærverkinum fyri, hvussu tann játtaði peningurin verður brúktur.
Har varð ført fram, at hóast játtanin til økið er vaksin við risafetum, er beinleiðis hjálpin til brúkaran minkað, tí nógv tann mesti peningurin verður brúktur til eina alsamt veksandi umsiting.
Í hesum sambandi førdi Helgi Abrhamsen, tingmaður, fram, at hesi seinastu nógvu árini, er játtanin til økið vaksin næstan 100 milliónir um árið í miðal.
Men nógv halda, at trupulleikin er, at Nærverkið hevur eina alt ov stóra og alsamt veksandi fyrisiting og tí verður hjálpin til brúkaran alsamt minni og minni.
Men tað var eisini onkur, sum helt, at vit eiga at skipa Nærverkið eftir einum føroyskum leisti.
- Vit eru so fá at gjalda gildið, at vit skulu gera ein føroyskan leist og ikki skera alt eftir donskum ella íslendskum leisti, har tey eru nógv fleiri um at gjalda.
Ikki rætt
Rósa Samuelsen sigur, at hetta er eitt mál, hon fer at kanna út í æsir.
- Tað er ikki rætt at spara við at taka tænastur frá borgarum, sigur hon.
Ein, sum var rættiliga atfinningarsom, var Thordis Skaalum.
- Heimahjálpin er als ikki eftir tørvi, staðfestir hon.
Hon er sannførd um, at pengarnir verða brúktir skeivt, tí tað verða alsamt fleiri fólk sett í leiðandi størv í umsitingini.
- Allur peningurin fer til yvirbygningin og tí er onki eftir til brúkaran.
Hon tók enntá so kraftiga til orðanna, at hon staðfesti, at nú er Nærverkið ikki til fyri tey eldru, men tað eru tey eldru, sum eru til fyri Nærverkið.
Riggar ov illa
Sigvald Kristiansen, sum er formaður í Landsfelag pensjónistanna, er samdur í, at heimahjálpin riggar ov illa.
Hann menn leggur afturat, at nú er bygnaðurin blivin so umfatandi og fløktur, tað er tórført at halda skil á, hvat er hvat.
- Men vit kunnu staðfesta, at hóast játtanin er nógv hækkað, er heimahjálpin minkað, sigur hann.
Tað, hann hugsar um og tað, hann saknar, er, at heimahjálpir fara heim til fólk at hjálpa teimum við tí, sum tey ikki orka sjálvi, akkurát, sum heimahjálpin var tey fyrstu árini.
Nøkur framstig
Marjus Dam, tingmaður legði afturat, at nøkur framstig eru eisini gjørd
- Fyrr fóru heimahjálpir og heimasjúkrasystrar heim klokkan 16 hvønn dag, men nú er eisini kvøldvaktir og náttarvaktir nógva staðni.
Hann heldur eisini, at mattænastan er eitt stórt framstig.
Tað er ein vanligur trupulleiki hjá eldri fólki, at tey bæði eta og drekka ov lítið og drekka ov lítið men nú eru tað mong, sum fáa heitan døgverða bornan til hús hvønn dag, sigur hann.
10 bilar
Marjus Dam, løgtingsmaður, er ikki ósamdur við teimum í aðrari grein her á síðuni, sum føra fram, at viðhvørt er ilt at skilja, hvussu Nærverkið brúkar pening.
Hann sigur, at í næstseinasta heyst varð øll politiska skipanin mest sum tikin gísla av einum kravi um eina eykajáttan til Nærverkið.
- Vit skiltu, at tað mátti vera alt fyri eitt, tí annars steðgaði hjálpin til brúkaran upp.
Talan var um einar tvær milliónir, ella gott tað og politikarar bóru skjótt at og játtaðu peningin.
- Tað næsta vit hoyra, var, at í desember hetta árið, hevði Nærverkið keypt 10 bilar.
Hann sigur, at nógvir politikarar vórðu rættiliga irriteraðir um hetta, tí tað var ikki akkurát tað, peningurin varð játtaður til.
- Vit føldu okkum drigin upp á tráð, tí vit høvdu væntað, at peningurin skuldi fara beinleiðis til hjálp til brúkaran.
Hann leggur afturat, tað kann væl vera, at tað var neyðugt við nýggjum bilum, men tað var ikki hetta, peningurin varð játtaður til.
Tríggjar ferðir so nógva hjálp í Havn
- Tað er trotið á røktarheimsplássum, sum etur alla játtanina hjá Nærverkinum upp.
Tað staðfesti Kirstin Jensen, sum er visitator hjá Nærverkinum, á fundinum, sum Sambandsflokkurin hevði í Miðvági um eldrarøkt.
Hon er samd í at heimatænastan als ikki nøktar tørvin.
Ein orsøk er, at fólk liva longri og krevja sostatt meiri røkt.
Men tað er ein sannroynd, at tað er trotið á røktarheimsplássum, sum er tann heilt stóri syndarin og sum etur játtanina hjá Nærverkinum upp.
Hon nevnir, at í einum býarparti í Havn eru 50 brúkarar og teir fáa tilsamans 750 vitjanir eitt ávíst tíðarskeið.
Men í Vágum eru 46 brúkar og teir fáa gott 200 vitjanir í sama tíðarskeiði.
- At ein bólkur í Havn krevur meiri enn tríggjar ferðir so nógvar vitjanir, sum ein líka stórur bólkur í Vágum sigur ikki so lítið, heldur Kirstin Jensen.
- Tað sigur okkum, at tað er trotið á røktarheimsplássum, sum etur alla játtanina hjá heimarøktini upp.
Hon leggur afturat, at tað er onki at taka feil av, tí tað sæst týðiliga, at tað er mynstrið allastaðni.
- Tað er hetta, sum er problemið, at vit mangla røktarheimspláss og stovnspláss yvirhøvur, so tað munar, sigur hon
Onkur annar førdi fram, at eisini sambýlini stjala nógva orkuna frá heimarøktini tí tey eru undir heimarøktini og har er vakt alt samdøgurðið.
Lata húsið upp
Anna Dánjalsdóttir, sum er leiðari á ellis og røktarheiminum Á Sýnini í Miðvági, segði, at tey gera eisini rættiliga nógv á heiminum
- Vit hava latið húsið upp, segði hon.
Hon segði, at teyt gera døgverða til 40 fólk hvønn yrkadag og tað er eitt, sum heimarøktin annars skuldi gjørt.
Tey hava eisini dagtilhald á Sýnini til 14 fólk, har tey fáa allar sansir stimbraðar og har tey verða koyrd til og frá.
Og somuleiðis hava tey fmleik tvær ferðir um vikuna, har eisini 60 fólk fáa fyribyrghandi venjingar.