Hvítusunna er høgtíðin, sum fyri kirkjuna boðar frá lívi, kærleika og friði. Men fyri eina norska smábarnamammu í Tromsdalinum gjørdist tað ov lívligt og ov lítið friðarligt, tá klokkan í Íshavskatedralinum ringdi í ein heilan tíma.
- Vit hava Hells Angels, Tromsøbrúnna og ymisk byggiarbeiði sum granna, men tað er kirkjuklokkan, sum larmar mest.
Tað sigur smábarnamamman, Hanna Lena Nilsen, við norsku heimasíðuna www.nordlys.no
Larmurin frá kirkjuklokkuni ger, at hennara seks mánaðar gamli sonur ikki fær sovið.
- Tað er heilt sinnissjúkt, sum kirkjuklokkan larmar. Tað ljóðar, sum um klokkan er inni í stovuni, sigur hon.
Sóknarpresturin í kirkjuni, May Line Angell, sigur, at hetta er vanlig "prosedyra" hvítusunnuaftan.
- Allar kirkjurnar í landinum ringja høgtíðina inn hvítusunnuaftan, jólaaftan og páskaaftan. Tað er gamal siður, at hesi kvøld ringja klokkurnar í ein heilan tíma út í eitt millum klokkan 17 og 18.
Hon heldur, at kirkjuklokkan í Íshavskatedralinum kann kennast kraftmikil í Tromsdalinum, tí kirkjan liggur soleiðis fyri, at tað er lítið, ið kemur uppfyri, sum kann dempa ljóðið.
- Tað er eisini møguligt, at fólk reagera ógvusligari, tá ringt verður hvítusunnuaftan, tí fólk kanska ikki eru líka so bevíst um hvítusunnuna sum um jólini og páskirnar, sigur sóknarpresturin, May Line Angell.