Fáa ikki løn fyri at fara heim at ansa børnum

Tað verður av ongum, at foreldur kunnu fáa samsýning fyri at ansa sínum egnu børnum, heldur enn at hava tey á ansingarstovni.

 

Tað er greitt, nú Mentanarnevndin hjá Løgtingi hevur viðgjørt eitt uppskot frá Kára P Højgaard og Bárði Kass Nielsen úr Nýggjum Sjálvstýri, um, at foreldur skulu kunna fáa samsýning fyri at ansa sínum egnu børnum heima, heldur enn at hava tey á dagstovni.

 

Meirilutin í Mentanarnevndini, sum eru øll umboðini fyri samgonguna, heldur, at aðrar fyriskipanir kunnu verða settar í verk fyri at gera tað lættari hjá foreldrum at vera heima hjá børnunum í eina tíð.

 

- Tað kann vera ein miðvísur, familjuvinarligur skattapolitikkur, ella ein upp aftur liðiligari barsilsskipan, sum gevur foreldrum størri rásarúm at velja, hvussu tey skipa síni viðurskifti, eisini í samband við børnini.

 

Tað er eisini komið fram í viðgerðini, at tað kann vera neyðugt at gera aðra broytingar í dagstovnalógini. Tí heldur meirilutin í Mentamálanevndini, at landsstýriskvinnan kann taka upp samband við kommunalamyndugleikan við tí endamáli at umrøða, hvussu dagstovnalógin sum heild, kann broytast.

 

Minnilutin í nevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, taka undir við uppskotinum. Men minnilutin er ananrs samdur við meirilutan í, at dagstovnalógin eigur at verða endurskoðað.