Fáa ikki frið fyri seyði enn

Tað er nú greitt, at tað verður ikki enn á sinni at bygdir og býir verða friðað fyri seyði. Tað er greitt, nú Løgtingið hevur felt uppskotið frá Magna Laksáfoss um at geva kommunum heimild til at friða bygt øki fyri seyð.

Men tað er somuleiðis greitt, at Magni Laksáfoss stendur púra einsamallur í hesum máli, tí ongin tekur undir við honum, ikki so frægt sum hansara egnu floksfelagir.

Hetta er eitt mál, sum fleiri ferðir hevur verið frammi á tingi. Og hóast tingfólk altíð halda, at tað er eitt gott hugskot, verða uppskotini feld hvørja ferð.

Ofta verða tey feld við teirri grundgeving, at landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum

Tað er eisini orsøkin til, at málið varð felt hesuferð.

Magni Laksáfoss sigur, at tað kemur so mangan fyri, at Løgtingið er fult av umberingum fyri, at fella eitt uppskot.

Sjálvur trýr hann ikki upp á, at landsstýrismaðurin kemur við nøkrum og hann ivast ikki í, at uppskotið fer at verða lagt fyri tingið aftur og aftur, líka til tað verður samtykt