MAKRELUR
Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið gjørt burturúr, at so nógvur makrelur hevur verið í føroyskum sjógvi í summarhálvuni seinnu árini.
Líkt er ikki til, at árið í ár verður øðrvísi enn undanfarnu tvey árini.
Sagt verður av fiskileiðunum, har svartkjaftaskipini nú royna sunnarliga í føroyskum sjógvi, at so nógvur makrelur er í havinum, at skipini stundum ikki fáa fiskað um náttina.
Enn eru makrelloyvini ikki útskrivaði, og tískil hava føroysku skipini heldur ikki loyvi at veiða makrel.
Á leiðunum í føroyskum sjógvi, har svartkjafturin stendur, royna eisini norðmenn, íslendingar og russar.
Herfyri var Fiskiveiðieftirlitið á hesum leiðum og kannaði eitt nú veiði og reiðskap, men tá vit frættu, hevði eftirlitið ikki staðfest brot á galdandi reglur.










