Ráðhúsið í Havn skal ikki longur hitast við olju. Tað hevur býráðið gjørt, og í síðstu viku var sáttmáli undirskrivaður við veitaran, og seinastu dagarnar hevur borivongur borað tey trý holini, sum hvørt er 300 metrar djúpt.
– Ein jarðhitapumpa fer at hita sjálvan bygningin umframt brúksvatnið. Hitapumpan gagnnýtir orkuna frá varandi orkukeldum, og sostatt verður Ráðhúsið í framtíðini hitað við eini 100% grønari hitaloysn.
Bara í fjør brúkti Ráðhúsið 15.119 litrar av olju svarandi til áleið 150.119 kWt. Árliga rokningin fyri oljuna hevur verið 100.000 krónur. Rokningin fyri at hita Ráðhúsið fer at tódna munandi við jarðhitanum.
Við jarðhitanum er metta elnýtslan 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50-70 prosentum.
##med2##
– Ja vit vilja ganga á odda við grønu leiðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
– Vit kundu valt aðrar grønar loysnir, eitt nú sjóhita ella fjarhita, men hetta var tann lættasta loysnin, sum er 100 prosent grøn, sigur hann.
Skuldu tey til dømis hita ráðhúsini við fjarhitanum frá teirra egna Fjarhitafelag, so skuldu tey grivið rør niðan til Sjónleikarhúsið.
##med3##
– Nei tað vildu vit ikki. Nú er nokk grivið í gøtunum í Havn, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tey hava havt trupulleikar við oljufýrinum í ráðhúsinum, og nú vildu tey ikki pjøssa meira upp á hana.
– Tí valdu vit hesa loysnina, so vit kunnu ganga á odda og vera við á grønu leiðini, sigur borgarstjórin í Havn.













