Fíggjarlóg
? Fíggjarlógin fyri í ár, fer at hava eitt undirskot upp á hundraðtals milliónir.
Tað váttar Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum nú fyri Sosialinum.
Samgongan hevur arbeitt av øllum alvi við at snikka eina fíggjarlóg fyri í ár til.
Men nú er so langt útliðið, at tað verður trupult at gera nakrar serligar tillagingar á fíggjarlógina, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hann miðjar ímóti at leggja uppskotið til fíggjarlóg fyri Løgtingið um 14 dagar.
Hann vil ikki siga nakað um, hvussu botnreglan á fíggjarlógini fer at síggja út.
Men at talan verður um eitt stórt, reytt tal, er hann sannførdur um.
?Talan verður um eitt stórt undirskot, sigur hann.
Framskrivingar hava víst, at sum gongdin er nú og onki verður gjørt, fer undirskotið at verða yvir 400 milliónir.
Men so stórt verður tað ikki, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Men hann sigur, at talan verður um eitt undirskot uppá hundraðtals milliónir.
?Tað er eitt gott boð at siga, at undirskotið fer at verða onkustaðni ímillum einar 200 til 300 milliónir, sigur hann.
Hann sigur, at undirskotið skal fíggjast við tí, sum stendur í landsbankanum.
?Innistandandi í landsbankanum skal brúkast fyrst, tí at taka lán verður avgjørt síðsti útvegur, sigur landsstýrismaðurin.
Trupult at skerja útreiðslurnar
Hann sigur, at landsstýrið arbeiðir nú fyri at gera ymsar tillagingar fyri at fáa útreiðslurnar niður.
? Men tað er ógvuliga rupult, tí flestu útreiðslurnar eru lønir og nógvar aðrar útreiðslur eru lógarbundnar. Tað merkir, at tað tekur langa tíð at fáa tillagingar at virka.
? Tað tekur langa tíð at broyta lógirnar og tí verður tað ikki í ár, at vit koma at merkja nakað stórvegis til tær tillagingar, sum vit ætla at gera og sum krevja lógarbroytingar.
? Men ætlanin er so at fremja hesar lógarbroytingar í ár so at vit fáa fulla nyttu av teimum næsta ár.
Hann vil ikki siga, hvørjar tillagingar, ella sparingar, samgongan hugsar um, vil hann ikki siga, tí enn er samgongan ikki liðug at viðgera málið.
Men hann sigur, at ætlanin er ikki at skerja tað, sum vit vanliga skilja við vælferðartænastur.
? Men tað eru tænastur, sum ikki virka eftir ætlan og tær eiga at verða broyttar.
Hann vil heldur ikki nevna, hvat hann hugsart um, tí samgongan er ikki liðug at viðgera málið.
? Kunnu vit vænta okkum, at samgongan fer at hækka avgjøld, ella at seta fleiri avgjøld í gildi?
? At hækka avgjøld er tað sama sum at hækka skattin, so tað er ikki ætlanin. Men vit skulu aldrin siga aldrin, soleiðis sum støðan er, tí vit vita ikki, hvussu búskaparliga støðan verður.
Bárður Nielsen sigur, at í Føroyum gongur búskapurin ógvuliga skjótt hvønn vegin.
? Allur búskapurin er bundin at fiskaprísinum, Lækkar hann, versnar støðan í samfelagnum ómetaliga skjótt. Men hækkar hann aftur, batnar støðan líka skjótt aftur og eg ivist ikki í, at fiskaprísirnir fara at hækka aftur. Vit hava ein ótrúliga viðkvæman búskap og trupulleikarnar nú, fáa vit onki gjørt við, tí orsøkirnir til prísfallið eru virðið á dollaranum og støðan á heimsmarknaðinum og tað fáa vit onki gjørt við.
Tú tosar um at gera tillagingar í fíggjarlógini og at spara. Verður talan um uppsagnir?
? Nei, tað er heldur ikki ætlanin, tí tað vildi verið at skumpa undir eina afturgongd og sostatt kann tað verða við til at skapa eina óneyðuga kreppu, sigur Bàrður Nielsen.










